Betrideildin kvinnur: KÍ, Víkingur og Skála ÍF vunnu

Tríggir dystir eru í dag leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum

Tóra Mohr skoraði tvey mál fyri KÍ

Tríggir dystir eru leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum í dag.

 

Við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ 5-1 á 07 Vestur. Øll seks málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Í Gundadali í Havn vann Víkingur 3-1 á B36, ið var á odda 1-0 í steðginum. 

 

Undir Mýruhjalla á Skála var heimaliðið aftanfyri 0-2 móti NSÍ. Men skálakvinnur vunnu kortini dystin 4-2.

 

KÍ-07 Vestur 5-1 (5-1)

 

1-0 Sólja Ernstdóttir (5.)

 

2-0 Durita Hummeland (15.)

 

2-1 Petra Geyti (33.)

 

3-1 Tóra Mohr (36.)

 

4-1 Tórunn Joensen (41.)

 

5-1 Tóra Mohr (43.)

 

B36-Víkingur 1-3 (1-0)

 

1-0 Ragnhild Magnusson (12.)

 

1-1 Mona Rasmusdóttir (63.)

 

1-2 Jensa Tórálvsdóttir (69.)

 

1-3 Mirjam Skoralíð (70.)

 

Skála ÍF-NSÍ 4-2 (1-2)

 

0-1 Helga Mikkelsen (10.)

 

0-2 Helga Mikkelsen (38.)

 

1-2 Lilja Dam Jacobsen (45.+)

 

2-2 Alda Petersen (49.)

 

3-2 Birna Mikkelsen (50.)

 

4-2 Anna Katrina Gregersen Poulsen (75.)

 

HB er fremst í deildini við 31 stigum. KÍ hevur 28 stig og Víkingur hevur 24 stig. NSÍ hevur 12 stig og Skála ÍF hevur 10 stig. B36 hevur níggju stig og 07 Vestur er aftast við einum stigi. 

 

Kelda: dystir.fo 

 

 

 

          
          
          
          
          
          
          
          

Tóra Mohr skoraði tvey mál fyri KÍ