Seinnapartin spældu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset toppdyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Á Gjemselund leikvøllinum í Kongsvinger leikti Strømsgodset javnt 4-4 móti heimaliðnum. Gamli B36- og HB leikarin, Sebastian Pingel skoraði hattrick fyri Strømsgodset. Strømsgodset var á odda 2-1 í steðginum, men í seinna hálvleiki var heimaliðið á odda bæði 3-2 og 4-3, men tað eydnaðist Strømsgodset at svara aftur báðu ferðirnar.
Strømsgodset og Kongsvinger eru fremst í deildini við 27 stigum hvør. Strømsgodset hevur tó betri málmun.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur Strømsgodset dyst á heimavølli móti gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd.
Gullbrandur í Horni Øregaard var liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF á útivølli vunnu stórsigur 4-1 á Moss. Sandnes var á odda 1-0 í steðginum, og seinastu løtuna megnaðu teir at skjóta trý mál innanfyri níggju minuttir áðrenn heimaliðið slapp at pynta um úrslitið. Ole Sebastian Sundgot syrgdi fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá Sandnes. Mathias Sundberg og Peter Brekke syrgdu fyri hinum báðum málunum.
Sandnes ULF er nummar átta í deildin við 16 stigum. Teir eru fýra stig frá sætta plássinum, ið gevur rætt til uppflytingardystir aftaná lokna kapping.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Sandnes ULF dyst á heimavølli móti Raufoss.











