HM verður vetrarkapping

FIFA staðfestir, at HM-kappingin í 2022 mest sannlík verður spæld í februar ella í november

Líka síðani tað varð avgjørt, at HM-endaspælið í fótbólti í 2022 skal haldast í Quatar, hevur verið tosað um, hvussu hetta best kann gerast.

 

Skal spælast í juni og juli, soleiðis sum tað vanliga verður gjørt, avleiðir tað mest sum óhugnaligar umstøður hjá spælarunum, tí hitastigini um dagin liggja vanliga um tey hálvthundrað har á leiðini.

 

FIFA hevur havt fleiri fundir um málið, og í dag sigur Jerome Valcke, aðalskrivari hjá FIFA, at talan helst verður um at spæla í januar og februar ella í november og desember í 2022.

 

Ein av sonevndu task-force fundunum hevur verið í Zurich í dag, og her varð semja um at arbeiða víðari við einum altjóða fótbóltskalendara fyri árini frá 2018 til 2024, og at hesin skal taka hædd fyri, at HM-endaspælið verðr um veturin.