Hørður heldur fram

U-21 landsliðsmiðverjin heldur fram hjá nýklaktu føroyameistarunum úr B36

Hóast tað hevur ljóðað, at ungi miðverjin á B36 liðnum, Hørður Askham, hevur verið á veg til KÍ, so boðar B36 í kvøld frá, at U-21 landsliðsleikarin hevur longt sín sáttmála við B36.

 

B36 heimasíðan skrivar:

 

Hørður Askham hevur seinastu tvey árini ment seg til ein av allarfremstu verjuspælarunum í Føroyum. Hann tók so ruddiliga av møguleikanum, tá vit í fjør skuldu seta nýggja verju saman, og í ár hevur hann verið mest sum púrasta fastur maður, inn til eitt heldur keðiligt leikbann sendi hann á beinkin í nakrar dystir.

 

Og Hørður ætlar sær so slettis ikki at missa plássið í B36-miðverjuni. Nýggjur sáttmáli er skrivaður, og vit gleðast sjálvandi um, at vit eisini í 2015 hava eina eins krútsterka verju, sum vit hava havt í ár.