Hosufóðra kloakkir í Havnini

Í løtuni verða kloakkir í Havn »hosufóðraðar«. Tað merkir, at tær verða fóðraðar innan soleiðis, at lekar verða tettir

 

Arbeiðið verður gjørt í hesum døgum, og í dag er arbeiðið gjørt í Djóna í Geil Gøtu.

Næstu dagarnar fer arbeiðið fram í hesum gøtum:

•    29. august 2022 - Djóna i Geil Gøta

•    30. august 2022 - Grønalíd

•    30. august 2022 Mannbrekka

•    31. august 2022 Stoffalág

– Hetta merkir eisini, at bilar ikki sleppa at standa parkeraðir í gøtunum, meðan arbeiðið fer fram, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, verða rørini umvæld innan. Tá ið hetta verður gjørt, sleppur kommunan undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera. Hetta sparir kommununi nógva tíð og pening, umframt at borgarin sleppur undan, at vegir verða grivnir upp í longri tíðarbil.

 

##med2##

Arbeiðið at hosufóðra ber í sær, at stórar og langar hosur - upp í fleiri 100 metrar – verða lagdar inn í rørini.

Hosan verður vatntett og blást inn í rørini. Síðani stadnar hosan, og eitt spildurnýtt plastrør er bygt undir jørð.

– Arbeiðsútgerðin kann larma eitt sindur - tó ikki meira enn ein sláimaskina. Ampi kann eisini standast av lukti, løtuna arbeiðsfólkið fóðrar rørini, skrivar kommunan.