Hóttu mann við lívinum

Løgreglan hevur í morgun handtikið tveir menn, sum eru skuldsettir fyri at hava hótt ein mann í Sørvági við lívinum.

Teir báðir menninir høvdu saman við einum triðja manni stolið ein bil í Miðvági. Haðani koyrdu teir til Sørvágs, og stutt eftir klokkan seks brutu teir seg inn á ein mann har og hóttu hann við lívinum. Tað eydnaðist manninum at fjala seg og at boða løgregluni frá, hvat var á vási.

 

Løgreglan hevur tikið tveir av monnunum og leitar nú eftir tí triðja.

 

Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at talan er um kenningar hjá løgregluni.