HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra Við Tjarnir leygarkvøldið

Tíðindaskriv:

Ein av stjørnunum í tónleikarøðini Hoydalar er Eyðun Nolsøe – frændin, ið verður roknaður millum fremstu føroysku tónaskøldini ígjøgnum tíðina.

Leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:30 verður eisini høvi at uppliva hann í serligu konsertini Við Tjarnir, saman við teimum seks ungu spírunum – Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia.

Tey fara at framføra sangir úr sendingini. Hetta verður samstundis seinasta ferð, at tey standa saman á palli.

Kim Hansen fer at leiða áskoðararnar trygt ígjøgnum konsertina saman við húsorkestrinum, ið vit kenna úr sendingini. Eins og sendingarnar hava bjóðað upp á óvæntaðar løtur, verður konsertin eisini full av spennandi og óvæntaðum tónleikaupplivingum. 

Konsertin verður Við Tjarnir leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:30.

Ger skjótt av og keyp atgongumerki á www.eventz.fo og www.tjarnir.fo