Tá løgreglan í gjár máldi ferð í Leirvík á einum strekki, har ferðin er niðursett til 30 km um tíman, fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið umframt eina bót. Fýra teirra koyrdu 48 km um tíman og ein 47 km um tíman.
Ein bilførari varð máldur at koyra 57 km um tíman, og tað kostar eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tá løgreglan seinni máldi ferð við Skipaneskrossin, vóru tveir bilførarar máldir til at koyra 111 og 113 km um tíman. Tá talan var um tveir ungar bilførarar, sum tí fingu koyribann.
Eitt lítið ferðsluóhapp var á Viðareiði, har tó eingin fólkaskaði var. Tað var ein bilførari, sum snaraði undan nøkrum gæs og fór út av vegnum.











