Hoyvíkar skúli vann fiskikappingina

Árliga fiskikappingin millum 6. flokkar við Westward Ho er nú av, og vinnarin bleiv 6. b. í Hoyvíkar skúla, sum fekk 121 fiskar.

Kappingin varð hildin fyrstu ferð í 2009, og hetta er triðju ferð, at Hoyvíkar skúli vinnur kappingina. Hinar ferðirnar vóru í 2011 og 2014.

 

Umframt at kappast um, hvør fær flest fiskar, verður eisini kappast um at fáa størsta fiskin. Ta kappingina vann Kjartan, sum gongur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hann fekk ein kalva, sum vigaði 6,2 kilo, og fyri tað fær hann eina tráðu frá Jógvani Weihe.

 

Elsa Berg, borgarstjóri, handaði í dag 6. b. steyp til ognar fyri sigurin í fiskikappingini, og segði millum annað:

 

“Tit sleppa at læra, hvussu man fiskar, hvørji fiskasløg eru, hvussu man ger við fiskin, sum man fær, og tit læra eisini um sluppina Westward Ho. Eg veit, at manningin á sluppini dugir væl, og eg ivist onga løtu í, at tit eisini hava lært okkurt á túrinum hjá tykkum.

 

Kommunan eigur sluppina. Tað merkir, at vit øll eiga hana. Og eg vóni, at tit eisini fara at vera góð við sluppina og koma umborð aftur eina aðru ferð. Og hvør veit – kanska verða onkur av tykkum sluppvinir og fara við sum manning, tá skipað verður fyri túrum.

 

Eg vil takka manningini og sluppvinunum, sum gera tað møguligt at hava hesa kappingina, og sum taka sær so væl av sluppini.

 

Eisini ein tøkk til skúlarnar, sum hava meldað til, og til lærarar og onnur, sum hava verið við hesar túrarnar.”

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

 

Og so var steypið handað

Sluppvinir fara út við skúlaflokkunum og taka sær annars av at halda sluppina við líka

Borgarstjóri og sluppvinir vóru í Hoyvíkar skúla og heilsaðu uppá vinnararnar

Onkur fiskiklógv og kanska eisini onkur komandi rokskipari í 6.b.?

Øll skuldu halda steypinum