Eftir 2-0 tap í Gundadali ímóti B36 skulu uppflytararnir á Skála seinnapartin royna at reisa seg á heimavølli í kommunuuppgerðini ímóti NSÍ.
Í fjør hittust liðini á sama vølli í steypakappingini, og tá var eingin ivi, tí NSÍ vann 3-0. Í venjingardystunum sá tað hampuliga gott út hjá Skála, men í Gundadali síðsta sunnudag var tað ikki sannførandi.
Eliesar Olsen, Skála venjarin, er greiður yvir, at tað verður neyðugt við øðrvísi avriki, um nakað skal spyrjast burturúr:
-Vit mugu bara ásanna, at tað sást væl, at seks nýggir spælarar vóru á liðnum, og at tað var fjáltur á okkara monnum, sum serliga fyrsta hálva tíman ikki vístu tað, sum teir eiga at megna. Tá ið teir so spakuliga vóru um at fáa fótin fyri seg, so skoraði B36. Vit mugu venja okkum við ferðina, og eg eri fegin um, at spælararnir vístu rætta hugburðin. Tá ið spælið ikki riggar, so er tað týdningarmikið, at tað verður arbeitt nógv.
Eliesar Olsen heldur seg vita, hvat skal til, um úrtøka skal fáast burturúr ímóti NSÍ:
-Teir eru góðir í álopspartinum, meðan verjuparturin ikki er so sannførandi. Tí mugu vit steðga teimum longri frammi á vølliunum og harvið fáa flutt spælið, so trýst verður lagt á teir í verjuni. Vit hava 26 umfør at vísa, hvør dugur er í okkum, og hetta er fyrsti møguleikin, sigur Skála venjarin.
NSÍ avrikið í fyrsta umfari, sum eisini var grannauppgerð, var ikki serliga sannførandi. Tað var ikki so langt burtur, at undirtippaða B68 tiltuskaði sær stig. Men hetta kom ikki óvart á NSÍ venjaran Trygva Mortensen, sum eisini roknar við tættari uppgerð á Skála:
-Hjá okkum var tað týdningarmikið at vinna ímóti B68, og vit eru fegnir um brotssparksmálið, sum bar 1-0 sigurin við sær. Tað ræður um at hanga í fyrstu 3-5 umførini. Um tað eydnast, so verður tað lættari, og vit verða eins fegnir, um tað enn eina ferð eydnast at vinna tepran sigur í grannauppgerð, sigur NSÍ venjarin.
Hjá Skála eru allir spælararnir tøkir uttan málverjin Mark Ryutin, sum bíðar eftir loyvinum.
Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur aftur eftir leikbann. Jústinus R. Hansen er langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, um Debes Danielsen verður førur fyri at spæla.