Hugleiðing í eini umhvørvisviku nøkur ár herfyri

Øll hoyra hann. Sangin. Vársins sang. Villgæsnar, sum syngja høgt har uppi, meðan tær rúsaðar av várinum láta so eymliga.

 

Tjøldrini hava fult reiður og eru árvakin fyri møguligum fíggindum, men eisini tey láta sorgleys og syngja sín gleðissang. Og nú er hon komin. Mín mýrisnípa. Tað tølandi ljóðið frá velinum, sum hon spílar út sum eina viftu, í tí hon stoytir seg í luftini, minnir meg um ungdómsárini her á sjálvum Hálsinum í Havn.

 

Hvat er ein hálsur? spurdi ein útlendingur. Í “Føroysk orðabók” stendur: lægd millum tveir fjallaryggir, vítt skarð.

 

Tá dámar mær betur forkláringina hjá faðir mínum, sum segði: ein hálsur er háslættin millum tveir dalar. Og henda frágreiðingin passar sera væl til Hálsin í Havn. Hetta vindbarda staðið er júst háslættin millum teir báðar vinmenninar Gundadal og Hoydal.

 

Og her – í teimum friðarligu men ramponeraðu 50-unum - settu foreldur míni seg niður við verkstaði og sethúsum.

 

Her á sjálvari “traktini”, sum Sakaris hjá Bøkjaranum tók til, eiga fólk ikki at byggja sær hús. So raggaði  hann víðari niðan á Ternurygg við posanum á bakinum, veðurbardur og bláoygdur.

 

Her á Hálsi dundu stormarnir við ótálmaðari styrki. Tey myrku vetrarkvøldini stóð regnið sum ein vatnrættur sprænur inn á teir boygnandi rútarnar. Her var myrkrið myrkt og náttin kvirr. Hetta var uttan fyri lands lóg og rætt.  Eingin gøtulykt omanfyri hjá Kollfirðinginum, sum búði í teimum gomlu bóndahúsunum eystan fyri fótboltsvøllin

 

Ongar kloakkir vóru her. Í staðin vóru rennur við mystiskum innihaldi, og í nógv ár høvdu vit sum túsund onnur nátthús og kolkomfýr. Vit børn vistu, at ein sjálvur mátti taka sær av egnum skarni, sum bleiv grivið niður norðan fyri húsini, og skuldi tú kyka í komfýrinum, var neyðugt at høgga pinnabrenni - lærdómur, sum fólk í dag læra á skótalegum og á yvirlivilsisskeiðum – og hetta er søga, 50 ára gomul søga.

 

Men øll ljóðini eru her enn, nú vársins sangur er vaknaður. Tú hoyrir tey bara um morgunin, tí seinri um dagin verða tey køvd av teimum nýggju ljóðunum, sum koma frá teimum nýggju tólunum.

 

Hálsurin hevur í dag mist sína óskyldigheit, hann hevur fingið ein annan lukt og er ikki longur uttan fyri lands lóg og rætt. Tað lívir betri, tí rundan um hann reisast nýggj fjallalond, har nýggir býir verða føddir við nýggjum ættarliðum og nýggjum hentleikum. Í dag koyra bussar eftir nýggjum brekkum við talmerktum húsum, sum hava fjarhita og felags kloakk..

 

Eg og mínir javnaldrar standa so undarliga gamaldags við øðrum beininum í tí gomlu ramponeraðu Havnini og í hesari nýggju, har ung sólbrend hjún við ipod í bringulummanum jogga heim til brúsubaðið og samtalukøkin.

 

Í fleiri ár hava maskinurnar umgirt okkara smáu hús, og eina tíð stúrdi eg fyri, at tær fóru at ota seg heilt inn í krúpikjallaran.

 

Tær hava javnað eitt fittliga høgt reyn við jørðina, tær hava sett hol á “víkingaheyggin” og grivið hann burtur, og tær hava  við stríð og strev fingið steðgað springkelduni, sum rann úr Sortanum, og tað var ikki bara sum at siga tað.

 

Og nú leggja tey gott danskt flag á atletikkvøllin. Vakurt er tað. Gott er tað og til gagns fyri mong.

 

Vit gloyma allan larmin. Vit gloyma knúsimaskinurnar, boringarnar, spreingingarnar, hvinini og grevsturin, vit gloyma teir djúpu bass-tónarnar frá trumluni og grenji fra skervsáldaranum. Vit kenna øll ljóðini og kunnu við bindi fyri eyguni siga, hvør ið arbeiðir beint nú og hvar.

 

Og nú eru umhvørvisdagar, og langir gulir vimplar prýða høvuðsgøturnar í býnum, áhugaverdir fyrilestrar verða hildnir, og framsýningar, gongutúrar og mótasýningar eru.

 

Einar fjøruti metrar frá song míni stendur heimsins besta vaskimaskina. Tað er ein vaskimaskina til bilar. Ein litrík vøkur dama, sum nú í góðveðrinum áhaldandi spennir seg út og vaskar. Hon reinsar asfalt við upploysingarevnum, hon skolar og spular, turkar og koyrir smyrsl á, og snipp og snapp og snúti, so er bilurin úti. Tann gamla maskinan var útslitin og hevði eitt veikari ljóð, ein mildari tóna. Hendan nýggja er snjallari, og ljóðið er hækkað upp í Ess-dur.

 

Júmen kona! Í hesum tíðum, tá ið høvuðstrupulleikarnir í landinum snúgva seg um, antin vit skulu hava ein ella tveir myrkar og óunniligar undirsjóvartunnlar aftrat, hol, sum eftir øllum at døma hava tann yvirnatúrliga mátt at kunna bjarga heilum oyggjabúgvum frá apati og framtaksloysi. . . Í hesum tíðum, tá stórur partur av okkara fagra flota liggur og við kai og leingist eftir toski, hvat hevur tá ein lúsa bilvaskimaskina at týða?

 

Rætt er! Hon er ein bagatell! Hon er heilt einfalt ein lekkur lítil gáva til allar brúkararnar, ein nosslig pengamaskina, sum er við til at stuðla tí illa á holdum komnu oljufyritøkuni, so hon fær svarað hvørjum sítt.

 

Hygg – øll barnagarðsbørnini í Kurl@, sum standa í tí nýggja garðinum og anda tey angandi upploysingarevnini niður í seg. . .

 

Ímeðan fylla vit brennievni á tangarnar. Vit eru lukkulig í sólskininum, slikka bleytan ís og gjalda tað sama fyri ein litur av bensini sum fyri ein litur av mjólk. . . . So drøna vit avstað gjøgnum hol og blánandi berg – út, út, í luftina og várið.

 

Í fjør skelkaði amerikanski granskarin í globalari og burðardyggari orku, Lester Brown, alt U.S.A., tá ið hann avdúkaði, at nøgdin av korni, sum skal til fyri at gera 100 litrar av ethanol til ein fýrahjólstrekkjara, kann breyðføða eitt menniskja í eitt ár.

 

Ei undur í, at kornið er farið at tróta á jørðini og tað dagliga breyðið at minka. Tey fátæku merkja tað fyrst. Í mínari verð er tað eitt brotsverk móti mannaættini at gera brennievni burtur úr mati.

 

Hvør er sannleikin um oljuna? Ella lygnin? Tað er við oljuni sum við eldinum: hon er góður tænari men ringur harri..

 

Nógv er broytt. Og nú – endiliga – hevur føroyski skipaflotin lært føroyingar, at oljan er ein ringur harri. Sólsellur, varmapumpur, vindmyllur, streymasjógvur og vetni eru orð, sum fólk dagliga hava á munni.

 

Tað verður sagt, at ein vindmylla larmar. Lat okkum sleppa at hoyra hendan larmin og samanbera hann við tann larm, vit dagliga eru undirdíkt av.

 

Tað besta er sjálvandi at gera okkum so mikið leys av oljuni, eisini av eini møguligari føroyskari,  at hon missir sína makt. So kunnu fólk um allan heim velta korn til matna, og okkara plágaða jarðarkúla kann sleppa at sleikja síni sár.

 

Ì kvøld eru allar maskinur á Hálsi sløktar. Eitt  tjaldur haltar avstað við lesull um annað beinið. Hvør tekur forrestin lesull upp? Tjaldrið er deyðsdømt. Makin stríðist einsamallur við at finna føði til ungarnar . Er matur ikki tað, sum alt í veruleikanum snýr seg um bæði hjá dýrum og menniskjum um allan heim? Nú er kvirt, og eg hoyri aftur mýrisnípuna spæla tað gamla lagið á síni lítlu velaharpu.