Hugsað um Frigg í 10 mánaðir

Tað var skjótt frá tanka til gerð, tá Barbara Holm fekk í boði at gerast partur av Frigg-festivalinum. Seinastu 10 mánaðirnar hava fyrireikingarnar til Frigg verið meira og minni konstant á tonkunum, og nú gleðir hon seg bara til mikudagin, tá byrjað verður at lata Kongens Have í festival-búnan

Tað eru fýra føroysk nøvn, sum standa handan Frigg-festivalin, sum um eina viku fer av barkastokki í Kongens Have í Keypmannahavn.
Steintór Rasmussen, sum tey flestu kenna frá hópin av tiltøkum og út­gáv­um í Føroyum, umframt at hann sjálv­andi er ein av høvuðsmonnunum handan Summarfestivalin. Annika Biskopstø, sum hóast unga aldurin longu hevur staðið fyri fleiri stórum átøkum, eitt nú lívsstílsstevnu. Hans Petur í Brekkunum hevur í fleir ár verið høvuðs­samskipari í føroyingahúsinum í Keyp­mannahavn, og hevur her havt áburgdina av nógvum tiltøkum. Og so Barbara Holm úr Vági, sum vit mest kenna úr fjølmiðlaheiminum, har hon við Planet-Awards og síðani FMA eisini hevur verið í samskiparaleiklutinum.

Fantastiskt konsept
Tað er einki at ivast í, at Barbara er novisan millum fyriskipararnar, men hon ivaðist ikki at taka av, tá møgu­leikin at gerast partur av Frigg beyðst.
– Fyri mítt viðkomandi byrjaði hetta á Summarfestivalinum í fjør. Tá tosaði Steintór við meg um hugskotið handan Frigg, og vit gjørdu av, at vit skuldu tosa nærri um hetta, tá hann stutt eftir skuldi til Danmarkar. Tá var Festivalurin fyrst og fremst eitt hugskot, men stóru linjurnar vóru teknaðar, og hesar ljóðaðu somikið spennandi, at eg ivaðist ikki í, at eg vildi verða partur av hesum, sigur Barbara.
– Fyrst og fremst, so haldi eg, at hetta konseptið er genialt. Tað at fáa í lag samstarv millum hesi fýra londini er nakað, sum altíð hevur tiltalað eg. Sjálv helt eg alt fyri eitt, at konseptið er heilt fantastiskt, og faktiskt undrar tað meg, at eingin hevur gjørt hetta fyrr. Stað­setingin í Kongens Have er eisini framúr, so eg var als ikki í iva.
– Og so kenni eg meg eisini trygga við saman­setingini av okkum fýra. Royndir­nar, sum tey hava framum meg, fáa meg at kenna meg tryggari, og hin­vegin kann eg kanska koma við onkrum frískum hugskotum til teirra, heldur Barbara.

Non-stop í 10 mánaðir
Ofta føra fólk fram, tá tey fara undir ný­skapandi tiltøk, at arbeiðstímarnir handan átakið gjørdust nógv fleiri, enn tey høvdu droymt um. Men tað heldur Barbara ikki hevur verið støðan hesa­ferð.
– Eg var fullgreið yvir, at hetta kravdi nógv. Og tú flytur ikki veruliga nøkur ting, um tú ætlar tær at arbeiða t.d. tríggjar tímar um dagin við hesum. Sjálvandi havi eg eisini havt onnur ting enn Frigg á skránni, men veruleikin er, at festivalurin hevur fylt sín stóran part av tonkunum 24 tímar um samdøgurið teir seinastu 10 mánaðirnar. Og tað veit eg eisini, at hann hevur gjørt hjá hinum trimum.
– Tað er eisini nakað av tí, sum alt fyri eitt tiltalaði meg við projektinum. At vit í somikið góðari tíð kundu byrja at fyrireika, tí tað ber eisini við sær, at tú veruliga fært allar detaljur við. Sjálv­andi er tónleikurin miðdepilin í festival­inum, og har haldi eg veruliga, at vit hava fingið nøkur góð nøvn. Men tað hevur sera stóran týdning, at smá­lutir­nir eisini eru í lagi. Alt frá lampum í ymsu básunum til uppsetingina av stóra pallinum er hugsað ígjøgnum og disku­terað fleiri ferðir, tí vit vilja fegin, at hetta verður nakað serligt, sigur vág­bingurin í Frigg-toyminum.

Nakað fyri seg
Júst tað at vera nakað serligt, er eis­ini nakað, sum hevur fylt nógv í fyri­reik­ing­unum til Frigg-festivalin.
– Keypmannahavn hevur jú so nógv at bjóða, og tí gjørdu vit okkum tíðliga greitt, at talan skuldi verða um eitt tiltakt, sum var heilt serstakt.
– Tað er ikki er bara sum at siga tað, tá tú ert í einum slíkum stórbýi, men eg haldi, at hetta hevur eydnast okkum. Mentan, list og snið eiga sín stóra part av myndini, og tað ger maturin eisini. Júst maturin var annars nakað, sum vit høvdu avtalu við ein heildarveitara um, men í tilgongdini komu vit ásamt um, at vit eisini vildu bjóða nakað serligt á hesum økinum, og við føroyska Gutta Winther saman við einum donskum stjørnukokki halda vit, at vit hava nakað, sum tú annars ikki fært her á leiðini.
– Eisini hetta vísir, hvussu væl vit øll hava arbeitt saman. Vit tora at hugsa óvanligt og stórt, og vit tora at siga tað hart. So kann tað væl vera, at okkurt hug­skot fellur aftur til jarðar, men tað er týð­andi, at vit kunnu koma við øllum hug­skotum, soleiðis at vit fáa sum best burturúr, heldur Barbara.

Gleðir seg til seinastu vikuna
Nú greinin verður skrivað, er bara ein góð vika eftir, áðrenn fyrstu nøvnini seta hol á festivalin, og Barbara er av­gjørd, tá vit spyrja, um hon nú er spent, bangin ella kanska enntá er við at fáa kaldar føtir.
– Kaldar føtir er talan avgjørt ikki um. Eg haldi ongantíð, at eg havi verið heitari um beinini enn tað sama.
– Kenslan er sera góð, og fyrst og fremst gleði eg meg til mikudagin, tá vit sleppa inn í Kongens Have at rigga til. Sein­astu 10 mánaðirnar hava vit ar­beitt við hesum og ímynda okkum, hvussu alt fer at taka seg út. Nú sleppa vit veruliga at síggja úrslitið av ar­beið­inum, og tað gleði eg meg ótrúliga nógv til, sigur Barbara.
Og hóast hon ivaleyst fær sítt at síggja til, tá festivalurin er ígongd, so ætlar hon sær avgjørt eisini at njóta tað, sum festivalurin hevur at bjóða.
– Eg haldi vit hava eina góða skrá, har tað eru fleiri nøvn, sum eg gleði meg til. Swangah fer at gera nógv burtur úr síni framførslu, og tað gleði eg meg nógv til, eins og nøvn sum Páll Finnur Páll, Eivør og Týr eisini tiltala meg sera nógv. Hartil eri eg sera spent upp á íslendska Kaleo, sum eg havi lurtað nógv eftir seinastu tíðina. Teirra tón­leik haldi eg vera heilt fantastiskan. Og so er tað sjálvandi Medina, sum fer á pallin við øllum tí, sum hoyrir ein pop­drotning til, sigur Barbara.
– Og so vil eg bara vóna, at allir festival­gestirnir eisini fáa eina framúr góða og serstaka uppliving. Fram til nú hava vit einvíst merkt positivar reaktiónir. Sølan av atgongumerkjum hevur gingið rættiliga væl, og danskir miðlar gera eisini nógv burturúr. Kom­andi vikuna hava vit hópin av avtalum við ymsar miðlar, so tað tykist, sum vit fáa eitt hampuliga stórt fokus, og enntá tykist veðrið at verða av tí allar­besta. So kenslan er heilt fan­tastisk, nú vit fara inn í seinastu vikuna av fyri­reiking­unum, staðfestir Barbara Holm.

- - -

Fornt og fyndugt

Tað er eingin tilvild, at navnið á nýggja festival­inum í Keyp­manna­havn gjørdist Frigg.
Fyrst og fremst, so er talan um orð – ella kanska heldur bókstavir – sum eru settir saman av bók­stav­unum fyri Føroyar, Ísland og Grønland.
Hartil er Frigg eisini navnið á konu Óðins í norðurlendsku gudalæruni. Frigg var í flestum lutum eins vís og maður sín, og ofta varð hon biðin um at siga sína hugsan, tá Óðin hevði stórar og truplar avgerðir at taka.
Tað var ikki so ofta, at hon av eintingum tók orðið, men undantakið var, tá hon í royndini at broyta vølvuspá bað allar verur í heiminum um at eira soninum, Baldri. Og tá hetta ikki eydnaðist, bað hon somu verur um at gráta fyri soni sínum.
Frigg er hartil eitt navn, sum uttan stór­vegis hóvasták ber til at framføra á øllum teimum norður­lendsku málunum, og so er tað kanska eisini hóskandi, at festivalurin byrjar ein fríggja­dag. Fríggjadagurin er nevnliga navngivin eftir frúnni Frigg.