Panna er eitt fótbóltsspæl, ið er við at vinna seg fram kring heimin. Hetta hevur sínar røtur í Surinam og Marokku, men seinastu árini hevur hetta vunnið seg meira og meira fram í Evropa. Í Danmark verður regluliga skipa fyri Panna fótbóltskappingum.
Talan er um um eitt street fótbóltsspæl, har teknikkur er í miðdepli, tí tú skal vinna á tínum mótspælarum við fintum og øðrum snildum. Spælt verður ein móti einum á einum lítlum vølli við tveimum málum. Ein dystur er tríggjar minuttir til longdar og vinnaran er tann, ið hevur skotið flest mál aftaná tríggjar minuttir. Tú kanst tó eisini vinna við at gera eina panna, sum á føroyskum verður rópt tunnel.
- Hetta er ein stuttligur og sindur ørðvísi máti at spæla fótbólt, sigur Andrass Thomsen, fyriskipari.
Hann leggur aftrat, hetta kann vera við til at menna teknisku eginleikarnar hjá spælarunum. Sjálv kappingini verður á Mentanarnáttini, tá skipa verður fyri FM í Panna fótbóltið uttanfyri hjá Thomas Dam Intersport.