Hvør eri eg?

Tað er onki loyndarmál at eg eri formaður í NSÍ, tað havi eg verið í nøkur ár, og geri tað við einum stoltleika, og føli tað sum ein æru at verða valdur sum formaður í barndómsfelaganum. Eg havi eisini í eitt styttri tíðarskeið verið formaður í hondbóltsfelaganum Tjaldur.

Tí er tað ongin ivi í at eg havi áhugað í ítróttinum.Nú er støðan soleiðis at eg búgvi í Hoyvík, har vit keyptu hús fyri nøkrum árum síðani. Okkum sum familja dámar væl at búleikast í Hoyvíkini, og føla vit okkum heima í Tórshavnar kommunu. Vit sum familja stór trívast, og eru glað fyri at búgva í Tórshavn. Eg sjálvur havi arbeitt í Tórshavn í næstan 20 ár, eg arbeiði hjá Rainbow Seafood, sum er ein fiskasøla. Tá eg so bleiv spurdur um eg vildi stilla upp fyri fólkaflokkin til kommunuvalið í Tórshavn, so valdi eg at taka av møguleikanum. Eg haldi avgjørt at eg havi tann neyðugu førleikan, viljan og eyðmjúkleikan at arbeiða fyri Tórshavnar kommunu, um eg verið valdur. Eg ynski at verða við til at mynda høvuðsstaðar kommununa, og eg ynski at gera mína ávirkan í býráðspolitikkinum í Tórshavnar kommunu.

Ítróttur hevur avgjørt mín stóra áhugað, og havi eg verið aktivur í bæði hondbólti og fótbólti frá tí at eg dugdi at ganga, eg eri uppvaksin á Glyvrum, og havi frá tí at eg var smádrongur havt ein áhugað í bæði fótbólti og hondbólti. Pápi mín var hallarvørður í høllini í Runavík, og har havi eg spælt hondbólt og fótbólt í óteljandi tímar, og er hettar nakað sum eg havi verið glaður um. Eg vaks upp á Glyvrum og foreldur míni eru Jákup og Lena Hansen, sum nú búgva í Søldarfirði í Garðahúsinum. Tá fólk spyr hvør eg eri, so er oftast lættast at siga at eg eri sonur Jákup (Garða Jákup) og Lenu, og abbasonur “Essu Dánial”, tá eru fleiri sum kenna, og vita hvar eg komi frá.

Nú stilli eg upp til Tórshavnar kommunu, og eg ynski veruliga at arbeiða fyri allari kommununi. Eg ynski at verða við til at mynda høvuðsstaðin, og fari at leggja nógva orku í at verða eitt gott umboð fyri Tórshavnar kommunu.Eg vóni at tað eru fleiri sum ynskja at stuðla mær, tí eg ynski at verða tín rødd í Tórshavnar kommunu, og havi áður skriva um míni áhugamál, og fari framhaldandi at skriva onkrar greinar um mínar tankar.  Helt tó at tað hevði týdning fyri mong, at fáa at vita eitt sindur meira um hendan bygdamannin, sum nú stillar upp í Tórshavn. Tó at eg fyri nógv eri ein bygdamaður, so kann ongin taka frá mær, at vit búgva í Tórshavnar kommunu, og vóni at fólk fer at síggja meg sum ein “Havnamann” í framtíðini, tó at mítt tilknýtið til heimstaðin altíð fer at verða har.Við vón um at fólk tekur undir við mínum sjónarmiðum, og setir krossin við meg tann 10 novembur.

Dánial Hansen,

valevni fyri fólkaflokkin