Sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, Marius Borg Høiby, varð sunnukvøldið handtikin av løgregluni og skuldsettur fyri hópin av nýggjum lógarbrotum.
Tað upplýsir norski miðilin NRK.
Løgreglan í norska høvuðsstaðnum, Oslo, váttar fyri fjølmiðlunum, at Høiby er handtikin og skuldsettur fyri hóttanir við knívi, brot á forboð og mál um tað, sum í norsku revsilógini kallast kropsligan ágang.
Kropsligur skaði er harðskapsnýtsla ella á annan hátt at gera ein persón fyri fysiskan ágang.
Løgreglan vil varðhaldsfongsla Høiby í fýra vikur. Grundarlagið fyri fongslingini er, at løgreglan óttast fyri, at hann fer at fremja líknandi brotsverk, meðan hann er leysur.
Hetta hendir bert tveir dagar áðrenn Høiby skal fyri rættin í einum umfatandi máli, har hann er skuldsettur fyri 38 lógarbrot, harav fýra neyðtøkur, álop, harðskap og hóttanir.
Málið byrjaði, tá hann varð handtikin í august 2024 og skuldsettur fyri harðskap móti eini ungari kvinnu.
Síðani eru ákærurnar móti honum øktar, samstundis sum gølan hevur tikið dik á seg og kastað myrkar skuggar yvir norska kongshúsið.
Rættarmálið, har Høiby skal standa á ákærubeinkinum, byrjar í morgin týsdagin 3. februar í landsrættinum í Oslo.
Um Høiby verður varðhaldsfongslaður, verður væntandi avgjørt klokkan 14 av einum dómara.
Ellen Holager Andenæs, sum verjir Høiby, váttar, at 29 ára gamli bonusprinsurin er handtikin, og at løgreglan vil varðhaldsfongsla hann.
Hon vil ikki siga, hvat Høiby sigur um nýggju ákærurnar ella hvar hann varð handtikin.
Tann 29 ára gamli avsannar tær mest álvarsligu ákærurnar, hann er skuldsettur fyri - eitt nú neyðtøku og álop.
Hann játtar seg tó sekan í at hava framt harðskap móti einum fyrrverandi partnara og at hava flutt kannabis.
/Ritzau/











