Bakkafrost hevur í nøkur ár gjørt fyrireikingar til at byggja eina nýggja smoltstøð í Ónavík í Suðuroy, og vónin er, at farast kann í gongd við jørð-og lendisarbeiðið í næstum.
- Ætlandi fara eini 30 starvsfólk at arbeiða á smoltstøðini, og talan verður bæði um teknisk starvsfólk, lívfrøðingar og smoltalarar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Í einari størri samrøðu, sum er í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, sigur stjórin, at Suðuroy hevur ein týðandi leiklut í alivirkseminum hjá Bakkafrost.
- Tað er umráðandi fyri okkum at vera ein virkin og ábyrgdarfullur partur av lokalsamfelagnum. Vit ala laks á Vágsfirði, Hovsfirði, út fyri Froðba og á Hvalbiarfirði.
Hann vísir á, at firðirnir í Suðuroy hava gott útskifti, gott dýpi og góðar fyritreytir fyri burðardyggari laksaaling. Umframt alingina á sjónum, hevur Bakkafrost eisini kryvjivirki í Vági.
- Hetta eru arbeiðspláss, sum eru knýtt tætt at oynni, og har nógv fólk hava sítt dagliga virki. Hetta eru arbeiðspláss, sum skapa støðufesti í gerandisdegnum hjá familjum í Suðuroy, sigur Regin Jacobsen.











