Jóannes Bjartalíð fer at royna seg í kasakiskum fótbólti

FC Qyzyljar Petropavlovsk verður liðið hjá Jóannesi Bjartalíð

Mynd: FC Qyzyljar Petropavlovsk

FC Qyzyljar Petropavlovsk. Soleiðis eitur liðið Jóannes Bjartalíð fer at spæla við í Kasakstan. 

 

Liðið endaði á einum níggjunda plássi í farna kappingarári. FC Qyzyljar Petropavlovsk hevði 21 stig upp til liðini, ið vunnu seg til evropeisku kappingarnar.

 

Í mun til úrslitini kasakisku liðini hava fingið í evropeisku kappingunum, so er besta kasakisksa fótbóltsdeildin eitt vet sterkari enn besta deildin í Føroyum. Føroyar eru nummar 40 á UEFA styrkislistanum, og Kasakstan er nummar 37.

 

Venjarin hjá FC Qyzyljar Petropavlovsk, Milic Curcic spældi á sinni í Føroyum. Millum 2005 og 2007 spældi hann við Skála, og í 2008 spældi hann við KÍ. Hann var ein av fyrstu barna- og ungdómsvenjarunum hjá Jóannesi Bjartalíð. Tað hevur helst gjørt sítt til, at Jóannes nú fer at royna seg í einum so fjarskotnum landi.

 

14. februar fer FC Qyzyljar Petropavlovsk at spæla venjingardyst móti HB Køge, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

 

 

 

 

Mynd: FC Qyzyljar Petropavlovsk