Kvinnufelagið í Havn, Frítt Val og Amnesty Føroyar á altjóða degnum fyri trygga abort:
Í dag er altjóða dagur fyri trygga abort, og kring heimin varpa fólk og felagsskapir ljós á týdningin av tryggum abortum. Her í Føroyum er dagurin í ár heilt serligur, tí lógaruppskot er lagt fyri tingið, sum skal tryggja virðiligar og tryggar abortir fyri kvinnur í Føroyum.
Við lógum royna stjórnir kring heimin at forða ella avmarka kvinnum møguleikan at taka abort. Men sjálvt í londunum við strangastu lógunum, seta kvinnur lív og heilsu í vága fyri at taka abortina, teimum tørva. Sambært Altjóða Heilsustovninum, WHO, doyggja kvinnur í tíggjutúsundatali árliga av avleiðingum av ótryggum abortum.
At ein abort er trygg, fevnir millum annað um at hava atgongd til abortviðgerð undir tryggum umstøðum við virðing fyri egnum ynski, tørvi og rætti. Tað snýr seg eisini um, at lógarverkið er greitt og líka fyri øll.
Ikki ein spurningur um persónlig sjónarmið
Lógin frá 1956 avmarkar rættin at taka avgerð um egnan kropp, heilsu, nøring og framtíð. Hetta eru grundleggjandi rættindi, sum kvinnur í Føroyum skulu hava. Abortrættindi og abortlóggáva eiga tí ikki at endurspegla persónlig sjónarmið.
Sama, hvørji persónligu sjónarmiðini eru og hvussu strangar lógirnar eru, fara kvinnur at leita sær abort, um tær hava tørv á tí. Lógir, ið royna at forða ella avmarka kvinnum at taka abort, gera einans abortina og umstøðurnar hjá kvinnuni ótryggar og atgongdina ójavnbjóðis.
Vit mugu fyrihalda okkum til avleiðingarnar av føroysku abortlógini. Vit felagsskapir, sum í fleiri ár hava fingist við abortrættindi, føroysku abortlógina og avleiðingarnar av henni, vita, at tá kvinnur verða noktaðar abort, royna tær at finna aðrar loysnir. Frá samrøðum við kvinnur og frá heilsustarvsfólki á Landssjúkrahúsinum vita vit, at kvinnur leita sær aðrar vegir í heilsuverkinum ella fara av landinum at taka abort, tá tær ikki lúka krøvini í lógini.
Vit heita á okkara fólkavaldu at góðtaka, at lógir ikki forða kvinnum at taka abort; at tryggja rættin hjá kvinnum at taka avgerðir um egið lív, heilsu og framtíð; og virða, at ein greiður meiriluti av Føroya fólki ynskir eina lóg, sum gevur kvinnuni rætt at velja sjálv.
Góðu fólkavaldu, strikið 1956 - longu í 2025