Møguleiki var fyri, at KÍ í kvøld kundi tryggja sær FM heiti. Klaksvíkingar vóru á Svangaskarði, og møguleikin fyri, at meistaraheitið skuldi vera við í viðførinum norður aftur var treytaður av, at NSÍ ikki vann í Sørvági, og at KÍ fekk fulla úrtøku á Toftum.
Fyrr í dag vann NSÍ stórsigur í Sørvági, og so var tað greitt, at FM heitið ikki varð vunnið í kvøld, sjálvt um KÍ vann ímóti B68.
Men KÍ uttan Páll A. Klettskarð, sum ikki var á listanum, vann ikki ímóti B68, og tá ið Høgni Madsen bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 3-3. Klaksvíkingur vóru sjálvandi vónbrotnir, tá ið teir ikki vunnu favorittsigurin, men tá ið tað nú gekk soleiðis, sum tað gjørdi, so eiga teir í KÍ leguni at vera nøgdir við, at teir hava eitt stig við sær til hús aftur, og at teir framvegis eru ósigraðir.
Seks mál og tvey reyð kort benda á, at talan var um spenning og undirhald, og soleiðis var tað eisini.
B68 legði bragdliga fyri, og eftir innlegg úr høgru var tað Jóhan Josephsen, sum við høvdinum legði heimaliðið á odda. Tað var í triðja minutti, og tíggju minuttir seinni varð KÍ brekkan øgiliga brøtt. Miðverjin Gaston Nicolas Tellechea sá reytt fyri neyðbremsu, og við frísparki økti Marjus Nón um munin til 2-0.
Jákup B. Andreasen varð fluttur aftur í KÍ miðverjuna, og klaksvíkingar fótaðu sær. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, broyttust fyritreytirnar aftur, tá ið B68 vongverjin Fríði í Túni Petersen sá beinleiðis reytt kort.
So vóru tað 10 ímóti 10, og tá ið Hallur Hansson seks minuttir eftir steðgin minkaði um munin, og Filip Brattbakk fimm minuttir við høvdinum javnaði til 2-2, sá tað út til, at KÍ hevði fótað sær, og sigur til FM favorittarnar lá í luftini.
Men toftamenn vildu tað øðrvísi. Gestirnir vóru mest á bóltinum, og Tórður Thomsen í heimamálinum bjargaði fleiri ferðir meistarliga. So var tað, at B68 í mótálopi skoraði. Hanus Højgaard streyk til mállinjuna í høgru, og tá ið hann legði flatt innfyri, var Jóhan Josephsen tvífaldur málskjútti ímóti barndómsfelagnum í Klaksvík.
3-2 til B68 og síðstu 20 minuttirnar var KÍ fyri tað mesta í álopi. Fýra minuttir undan leikloki eydnaðist tað at javna. Árni Frederiksberg royndi seg við horna úr høgru, bólturin støkk út á brotsteigarmarkið, har Daniel Johansen smekkaði til, og bólturin streyk í netið.
3-3 og B68 er fyrsta liðið burtursæð frá havnarfeløgunum, sum hevur vunnið stig frá KÍ.
KÍ er topplið, og trý umfør undan kappingarloki eru tað sjey stig frá KÍ og aftur til NSÍ. KÍ fer leygrdagin til Sørvágs, og eftir landsliðssteðgin verður TB gestur í Klaksvík, áðrenn NSÍ í síðsta umfari tekur ímóti klaksvíkingum.
B68 hevur 24 stig og er nú á sætta plássi. Í trimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini HB (ú), 07 Vestur (h) og TB (ú)
B68 – KÍ 3-3 (2-0)
1-0: Jóhan Josephsen 3.
2-0: Marjus Nón 12.
2-1: Hallur Hansson 51.
2-2: Filip Brattbakk 56.
3-2: Jóhan Josephsen 70.
3-3: Daniel Johansen 86.
Dómari: Høgni Madsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Patrick Mensah, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Emanuel Kulego, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákuo B. Andreasen, Filip Brattbakk – Patrik Johannesen, Mads Bo Mikkelsen