Seint seinnapartin vóru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.
Í høllini í Vestmanna knógvaði VÍF ein 35-32 sigur á StÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda við trimum málum, 18-15. Tað eydnaðist strandingum at minka munin niður í eitt mál, men nærri kom StÍF ikki.
Filip Jojic (savnsmyndin) var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Við 11 málum gjørdist Pætur Ó. Barclay toppskjútti hjá StÍF.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 31-14 á Team Klaksvík. Í steðginum var Kyndil á odda 12-7.
Ovi Lützen var við átta málum toppskjútti hjá Kyndli. Toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum var Mathias Lassen Samuelsen.
Kyndil, H71 og VÍF hava fýra stig hvør. StÍF, KÍF og Neistin hava tvey stig hvør. Team Klaksvík er aftast í deildini við ongum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn mansdeildini:
##med2##
##med3##