Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið boðið miðlunum til tíðindafund í Smæruni í Havn, har landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, ferð at greiða frá uppskotinum, sum helst verður tað seinasta hjá hesi samgongu.
Løgtingsval verður í seinasta lagi 8. desember næsta ár. So fyri tað ber til hjá sitandi samgongu at gera og samtykkja eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2027, men tað er lítið sannlíkt. Tað er eisini lítið sannlíkt, at løgmaður bíðar við at skriva út val líka til 8. desember. Helst verður valið tíðliga í september næsta ár, soleiðis at ein nýggj samgonga kann arbeiða við einum nýggjum fíggjarlógaruppskotið.
Tað er hugsandi, at løgmaður fer at skriva út val á ólavsøku næsta ár. So ger hann tað, eftir at hann hevur hildið ólavsøkufrágreiðing løgmans. Og ger hann tað, so skal valið haldast við eini freist upp á í minsta lagi fýra vikur og í mesta lagi fimm vikur eftir. Tað vil siga millum 26. august og 2. september 2026.
Tíðindafundurin í morgin verður sum nevnt í Smæruni í Havn og hann verður eisini stroymdur á heimasíðuni www.fmr.fo – eins og her á in.fo
Fíggjarlógaruppskotið fyri í ársins fíggjarlóg, sum varð løgd fram fyri einum ári síðani, var uppá 7.546,6 milliónir krónur.