Koronan er orsøkin til, at tað var neyðugt at útseta henda dystin, men nú verður hann spældur.
Klokkan 14 verður fyrsta bríksl inni í Dal á Sandi, har B71 fær vitjan av AB. Dagsskráin er einføld. Hon snýr seg um, um tað verður AB ella B71, sum fer at flyta upp og í 2022 at spæla í bestu deildini.
AB hevur 43 stig, og B71 hevur 41 stig. Um sandoyingar vinna fulla úrtøku, so verður B71 í 2022 partur av bestu deildini. Um AB vinnur, ella um tað endar javnt, so fer AB at vinna plássið í fremstu røð aftur, sum argjamenn mistu fyri einum ári síðani.
Tað eru tíggju ár síðani, at B71 var í bestu deildini. Í 2011 endaði B71 aftast í bestu deildni og flutti niður í næstbestu deildina, og í dag er møguleiki at vinna tað aftur, sum sandoyingar mistu í 2011.
B71 og AB hava dystast tvær ferðir í landskappingini í ár. 24. apríl vann B71 2-0 á heimavølli, og og 15. mai endaði tað 1-1, tá ið sandoyingar vitjaðu í Vika á Argjum.
B71 - AB: Petur Reinert kl. 14.00.