Tað hevur mangan verið tætt, tá tey bæði eysturoyarliðini hava tykist á vøllinum. NSÍ hevur ofta givið GÍ ein skarpan gang, men oftast eru gøtumenn endaðir omaná.
Soleiðis var ikki hesa ferð. NSÍ legði bragdliga fyri, GÍ var um ein háls av ágangandi mótstøðumonnunum, NSÍ fekk tvey mál, og sjálvt um GÍ kom fyri seg og leikliga var omaná í meiri enn ein hálvan tíma, so fingu teir ikki fatur í nóg nógvum.
Úrtøkan var eitt mál, og tá teir ikki fingu úrtøku burturúr tveimum stórum møguleikum ? Henning Jarnskor stútaði innlegg úr høgru í stólpan, og Dejan í NSÍ málinum bjargaði frágera væl við fótparadu ? dovnaðu teir.
Dupult útskifting hjálpti ikki. NSÍ fekk aftur fatur á endanum, og tað var ikki órímuligt, at teir síðstu løtuna staðfestu sigurin.
Veikleikar og styrkir
GÍ hevur ikki somu styrki, sum teir høvdu, tá teir vunnu øll FM heitini. Álopsliga hongur tað ikki so illa saman, meðan tað er verri statt í verjupartinum.
Serliga fyrsta korterið sást, at miðvøllurin hevði ilt við at fóta sær undir stórum trýsti. Samson Nesá, Pauli Jarnskor og Sámal Joensen høvdu hesa løtuna ilt við at standa og venda rætt, og verjuspælararnir vóru um ein háls móti ágangandi NSÍ monnunum.
Nýggi málverjin hjá GÍ, Sunnvard Joensen, kann ikki lastast fyri málini, men tað er ein sannroynd, at tað er ein dyggur smeitur fyri gøtumenn, at teir ikki hava Jens Martin Knudsen aftanfyri verjuna. Hann hevði royndirnar, hann stýrdi verjuspælinum, og ofta vann hann avgerandi bóltarnar, tá hann var einsamallur við einum álopsmanni.
Málini í 1. hálvleiki
Tað høvdu verið rættuligaar ábendingar um, at tað kundi enda galið hjá GÍ, áðrenn fyrsta málið kom, t.d. tá innlegg komu úr borðunum.
Fyrra málið hesa løtuna skoraði Óli Hansen. GÍ megnaði ikki at rudda upp, bólturin kom aftur í brotsteigin, og Óli Hansen fekk snildisliga potað upp undir samankomingina.
Tá vóru 12 minuttir farnir, og bara tríggjar minuttir seinni var 2-0. GÍ miðvøllurin misti í uppspælinum, Kasper L. Jacobsen spældi eitt tvey við Óla Hansen og kom inn um GÍ verjuna, sum hóast hon ikki er serliga sannførandi roynir at spæla flatt. Sunnvard fekk næstan bjargað, men bólturin fór undir hann og í málið.
NSÍ megnaði ikki at binda knút á posan. Í staðin menti GÍ seg, og eina góða løtu hevði tú kensluna av, at um teir fingu eitt mál, so kundu teir væl fáa bæði eitt og fleiri stig. Sámal Joensen og hansara menn fingu tak á miðvøllinum, og tað var ikki óvæntað, tá sterki álopsmaðurin, Søren Skov Jørgensen, við drønandi skoti minkaði um munin, eftir at samanspæl millum Magna Jarnskor (oftast uttarlaga í høgra borði) og Sámal Joensen hevði borið frístøðu innanfyri NSÍ verjuna við sær.
Hesa ferð stóðu
teir royndina
Ikki minst í fjør sást ofta, at NSÍ, eftir so at siga at hava niðurspælt GÍ, knappliga hoyknaði undir trýstinum. Tað gjørdu teir ikki hesa ferð.
GÍ fekk ikki úrtøku burturúr yvirvág fyrstu løtuna av 2. hálvleiki, og so dovnaðu teir, samstundis sum heimaliðið rættuliga kom fyri seg.
Miðvøllurin hekk saman, og í borðunum vóru bæði Dann Knudsen og Jónstein Petersen sterkir. Teir á heimaliðnum vóru óhepnir, at teir ikki fingu fleiri mál, t.d. sendi Dann Knudsen úr 19 metrum í handara stólpan, eftir at hann kom inn um verjuna, og eitt hornasparksinnlegg endaði á tvørtrænum og niður í, áðrenn málverjin, sum vendi inn móti málinum, fekk bóltin í kneppið.
Jónstein Petersen staðfesti fram móti dystarenda. GÍ verjan var umskipað og illa skipað, tá vongverjin í vinstru hevði nóg stórt sjálvsálit til at bróta ígjøgnum, sneiða málverjan av og trilla í tóma kassan.
Gott lag í Runavík, og tá teir sunnudagin fara til Vágs fæst nýggj ábending um, um teir í ár fara at røkka hægri, enn teir nakrantíð hava verið áður.