Í minsta lagi átta fólk eru deyð, og 33 eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.
Tað upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, á boðtænastuni Telegram.
Álopið varð framt við ballistiskum rakettum í nátt. Sambært borgarstjóranum vórðu vinnubygningar og íbúðarbygningar í trimum býarøkjum raktir.
Fleiri bygningar standa í ljósum loga.
Ovastu hæddirnar í einum níggju hædda høgum íbúðarbygningi eru rapaðar, og eldur er í øðrum hæddum. Á einum øðrum bústaði sita fólk føst inni í einum íbúðarbygningi, upplýsir Klytjko sambært AFP.
Ein heilsustovnur og ein útbúgvingarstovnur hava eisini fingið skaða.
Russiska uttanríkisráðið sigur, at álopið er eitt svar upp á ukrainsk álop á russisk sivilfólk og undirstøðukervi.
– So leingi sum henda støðan heldur fram, fara russisku herdeildirnar at svara lutfalsliga upp á nýggju hóttanirnar, sigur talskvinnan Maria Zakharova sambært russisku tíðindastovuni Tass.
Bæði Russland og Ukraina hava økt um langrøkkuálopini seinastu mánaðirnar. Russland hevur serliga økt nýtsluna av ballistiskum rakettum, sum eru torførar hjá ukrainsku loftverjuni at skjóta niður.
Amerikanska Patriot-skipanin verður mett at vera mest munadygga verjan móti slíkum rakettum, men Ukraina hevur í fleiri mánaðir havt avmarkaðar nøgdir av rakettum til loftverjuna.
Bjargingararbeiðið heldur fram, og talið á deyðum og særdum kann tí broytast.










