Dagfinn Olsen
Heri Joensen er fróður, skemtiligur og prátingarsamur maður og áhugaverdur at lurta eftir. Hann fylgir væl við, hvat fer fram rundan um okkum og hvat hendir í sóknini. Vit hava biðið Hera greiða eitt sindur frá lívsleið síni, prestastarvinum og jóansøkuhaldi, nú hann skjótt hevur verið í Vági í 9 ár.
- Tá eg skal greiða frá mær sjálvum, so eri eg føddur í Svínoy í 1956, nærri tilgreint 29. september, á mikkjalsmessu, greiðir Heri frá.
- Har búði eg so míni fyrstu 14 ár. Fór í barnaskúla og tá vóru tveir flokkar og undirvísingin var sera góð, kann ein siga. Tað vóru yngri og eldri flokkur. Trý tey fyrstu árini gekk ein í skúla frá klokkan 12 til 14 um dagin og frá 10 ára aldri, so gekk ein í skúla frá klokkan 8 til middags. Tá gingu vit sjálvandi eisini í skúla leygardag, sigur Heri
Til Havnar
Soleiðis var tíðin, til eg fór til Havnar á realskúla í 1971, minnist Heri. Tað var øðrvísi. Eg fór í skúla í Hoydølum, í gamla slagið av realskúla, har eingir valmøguleikar vóru, og eg tók realprógv í 1974. Fór síðan á nýmálsligu deild í studentaskúlanum og tók prógv í 1977.
Málstríð
- Hetta var í teirri tíðini, tá málstríðið var í hæddini, kann ein siga. Árið fyri var tað, minnist meg rættt, at nakrir næmingar ikki fingu prógv, men teir gjørdu tað soleiðis, at hetta kom okkum, sum seinni komu, til góðar. Vit kundu bæði tosa og skriva føroyskt, so tøkk fái teir fyri tað. Síðani visti eg ikki rættiliga. Fór so norðaftur til Svínoyar og var læraravikarur skúlaárið ?77 - ?78. Tá var tað soleiðis, at tá ein kom úr skúlanum, vóru arbeiðsmøguleikarnir góðir. Nógvir okkara, ið høvdu tikið studentsprógv, vóru vikarar og aðrir fóru til skips. Arbeiði var til allar hendur.
Eisini meðan vit gingu í skúla var mangur leygardagur og seinnapartur fríggjadag, har vit vóru burtur frá skúla og fóru út á Bacalao at egna. Har var úr at gera til tey, ið tímdu at gera nakað, greiðir Heri frá.
- Í 1978 fór eg á Fróðskaparsetur Føroya á guðfrøðideildina. Spurningurin var tað árið, um nøkur guðfrøðideild fór at vera, tí næmingatalið var ov lítið, men við tað, at eg kom afturat seinni, so bleiv undirvísing tað árið. So ein kann næstan geva sær sjálvum æruna av, at tað bleiv nøkur undirvísing, leggur Heri skemtandi afturat.
Har gingu vit so í 2 ár. Har vóru núverandi prestarnir; Jógvan Fríðriksson, Uni Næs, Ólavur Rasmussen, Anders Nielsen og Armgarð Arge, fødd Mortensen. Vit søktu um at fáa 3. árið eisini og fingu tað partvís, sigur Heri.
Til Íslands
- Síðani legði eg leið mína til Íslands og søkti um at fáa tað, eg hevði lisið, góðkent har yviri. Eg fekk tvey ár av lestrinum í Føroyum góðkend við Háskóla Islands og fekk soleiðis bundið saman við lesturin har. Eg tók so embætisprógv í guðfrøði, teologi, í juni í 1985, sigur Heri, sum lestarárini í Havn og Íslandi vitjaði heim í frítíðum. Familjan eigur nakað av jørð í Svínoy og Heri hoyggjaði og gekk á fjall og var til skips við snellu undir Føroyum og við Ísland.
- At hava roynt sjólívið er sjálvandi ein fyrimunur nú, tá ferðast skal til og frá Suðuroynni, so ein ikki kennir til sjóverk, so ein kann bera bakkar og annars vera til hjálpar, har brúk er fyri tí, sigur Heri skemtiliga um royndirnar á sjónum.
- Eftir lokið prógv var ein í iva, hvat ein skuldi gera. Um ein skuldi koma heimaftur at starvast sum prestur ella studentaskúlalærari, men so varð ikki. Tá var ein blivin trúlovaður í Íslandi og kona mín hevði tá eini 2 -3 ár eftir av lestrinum. Eg fór so at arbeiða í Íslandi á psykiatriskum deildum. Tað er so, at í samband við lesturin skal ein hava nógvan praktikk og har kundi veljast millum politi, tollvald, socialforsorg, ellisheim og psykiatriskar deildir, sum eg valdi. Praktikkin var í samband við prestútbúgvingina, men her fekk ein líkasum smakk fyri hesum sigur Heri.
Soleiðis gingu eini 4 ár, har eg arbeiddi í fullum ella hálvum starvi á psykiatriskum deildum, samstundis sum eg las víðari. Eg tók nakrar próvtøkur í søgu, nakrar í sálarfrøði og annars tók eg tað ein kallar hjágrein, ella bi-fak, í fólkalívsfrøði, tað, ið nevnist BS, greiðir Heri frá.
- Seinni, árini 1988-89, tók eg pedagogikum og undirvísti so við Mentaskúlan við Hamrahlið, nú eg hevði prógv sum studentaskúlalærari. Tað lá síðan í loftinum at søkja sum studentaskúlalærari í Føroyum, eg royndi í 1986-87 við guðfrøðipróvnum, men tá blivu danir tiknir framum, kanska høvdu teir aðrar fak-samansetingar. Tað leggi eg ikki í um eg sigi, heldur Heri fyri.
Til Svínoyar
at byggja bátahyl
- Tá konan var liðug við sína útbúgving, komu vit heim til Føroya í juni 1989. Vit arbeiddu saman við øðrum svínoyingum við at bora og stoypa bátahylin, ið nú stendur fullgjørdur í Svínoy, og har arbeiddu vit summarið ?89, sigur Heri. - Sóknarprestaembætið í Vági varð lýst leyst á sumri 1989. Eg søkti og fekk starvið og varð settur í starv í november. Tá var Jónsvein Bech prestur Tvøroyri og Birgitta Johannesen í Hvalba. Hetta hevur verið ein góð tíð, sigur heri, og nú eru skjótt 9 ár síðani vit fluttu higar.
Síðani 1990 hevur Heri eisini undirvíst í sálarfrøði, religión og latíni á Miðnámsskúlanum í Vági.
Vónandi taka
tey meg fyri fult
- Um embætið kann sigast, at fimm kirkjur eru, har høvuðskirkjan er í Vági. Annars eru tað kirkjurnar í Sumba, á Leiti, í Porkeri og í Hovi. Ein roynir so at vera annan hvønn sunnudag í Vági og býtir so restina út á hinar kirkjurnar. Vit samstarva og skifta við prestarnar í Hvalba og á Tvøroyri eisini, sigur Heri.
- Her er gott at vera, fólk hava verið fitt og lagalig at fáast við og sum eg plagi at siga, og eisini sigi her, at eg havi ongantíð fingið øvugt orð frá nøkrum. Vónandi er tað ikki tíð, at tey ikki taka meg fyri fult, leggur Heri smílandi afturat.
- Annars haldi eg, vit hava havt gott samstarv, bæði kirkjulið og meinigheitin yvirhøvur. Ikki minst skal eg takka kirjkuráðum og kirkjutænarum, sigur Heri Joensen.
Burturstaddura á Jóansøku, tí fótbóltsleikari skal giftast
- Jóansøku havi eg hildið árini í Vági, sum øll onnur. Fólk koma inn á gólvið og ein hevur verið á framsýningum og til tiltøk, ið hava verið, greiðir heri frá.
- Eg eri burturstaddur á jóansøku í ár, tí eg skal nevniliga til Klaksvíkar, har systkinabarn mítt, Jákup Mikkelsen, málmaður hjá Herfølge, skal giftast, og eg skal gifta tey leygardagin í Kristianskirkjuni, greiðir Heri frá.
- Annar av hinum prestunum í oynni kemur so at prædika við jóansøkuguðstænastuna, ið vanliga hevur verið varpað út og kórið Ljómur plagar eisini at syngja og tað plagar at vera hugnaligt, sigur Heri Joensen, prestur.