Tað eru ikki fortíðarinnar roysni, sum gjørdu, at Zlatan Ibrahimovic er aftur á svenska landsliðnum. Í øllum førum heldur hann ikki tað sjálvur.
Zlatan Ibrahimovic hevur hildið ein steðg frá svenska landsliðnum í næstan fimm ár.
Nú er 39 ára gamli stjørnuáleyparin aftur, eftir at landsvenjarin, Janne Andersson, hevur tikið hann út til tríggjar dystir komandi vikurnar.
Men tað eru ikki avrikini frá fortíðini, sum hava fingið hann á landsliðið, segði hann á tíðindafundi í dag.
– Eg segði við Janne, at hann skuldi spyrja meg, tá tíðin var til tað. Eg komi ikki við, tí eg er Zlatan ella Ibrahimovic. Um eg skal við, er tað, tí eg havi uppborið at vera við. Tað sum eg havi gjørt hevur ongan týdning, sigur áleyparin sambært TT.
Zlatan Ibrahimovic steðgaði annars landsliðskarrieruni eftir EM í 2016, men hugurin at venda aftur var ov stórur.
– Heðvi eg sagt nei, hevði eg helst sagt við mer sjálvan um eitt ár, at eg skuldi havt tikið møguleikan, tá eg fekk hann.
– Eg vil ikki angra nakað. Eg haldi, at tú skal halda fram við tí, sum tú elskar, so leingi tú kanst, sigur hann.
Síðani fyrsta landsliðssteðgin í 2016 hevur hann hildið fram í felagsfótbólti, og í løtuni hevur hann víst høgt støði við 15 málum í 15 ligadystum fyri AC Milan.
Í dag er Ibrahimovic ein meira tilvitaður spælari enn áður, heldur hann.
– Eg spæli upp á ein annan máta. Sjálvandi geri eg ikki tingini sum fyri 4, 10 ella 15 árum síðani. Eg tilpassi meg. Nú fokuseri eg upp á tann síðsta triðingin av vøllinum, og har eri eg lívsfarligur, sigur hann.
Svøríki møtir teir næstu níggju dagarnar Georiga og Kosovo í HM undandysti eins og Estlandi í einum vinardysti.
/ritzau/