Íbúðarblokkarnir á Eirargarði 4, 6 og 8 í ringum standi

Teir tríggir íbúðarblokkarnir Eirargarður 4, 6 og 8 eru í somikið ringum standi, at tað ikki loysir seg at høvuðsumvæla teir.

Tí hevur Heilsu- og orkumálaráðið saman við Landsverki gjørt av, at teir ikki longur skulu vera bústaðir, og farast skal undir eina trý ára tilgongd, at endurhýsa teimum, ið búgva í íbúðarblokkunum.

 

Avgerðin er tikin eftir eina kanning av bygningunum, ið Landsbyggifelagið hevur gjørt fyri Landsverk, og eina triðjapartsmeting, ið ráðgevingarfyritøkan Spenn hevur gjørt.

 

Á kunningarfundi í kvøld fingu íbúgvarnir kunning um støðuna.

 

Farið er longu undir arbeiðið at finna aðrar bústaðir, m.a. við at fyrireika nýbygging ovast á matr. 1000a, við Heygsvegin.

 

Niðurstøðan í kanningi hjá Landsbyggifelagnum er, at orsaka av sliti og manglandi viðíkahaldi, umframt broyttum krøvum til íbúðarblokkar, lúka bygningarnir ikki longur nútíðar krøv.

 

Íbúðarblokkarnir húsa m.a. heilsustarvsfólki sum starvast í Sjúkrahúsverkinum, heilsustarvsfólki, ið koma til Føroya í styttri ella longri tíðarskeið, umframt fólki í heilsuørindum, ið búgva á øðrum oyggjum.

 

Hesir bústaðir eru tí alneyðugir fyri at tryggja okkum eitt vælvirkandi heilsuverk. Uppgávan við endurhýsing, verður tí tikin í størsta álvara.

 

Samstundis er arbeiði farið í gongd við at kanna allar hinar bygningarnar á økinum.

 

Arbeiðið við at tryggja brunaviðurskiftini fer í gongd beinanvegin.

 

Á Eirargarði 4,6 og 8 eru 115 búeindir, 42 kømur og 73 íbúðir. Tó eru vanliga einans millum 60 og 70 av teimum í brúki í senn.

 

Frágreiðing og tilmæli frá Landsverki viðv. bygningunum í Eirargarði 4, 6 og 8 hjá Landssjúkrahúsinum