? Tað besta av øllum var, at vit sluppu undan einum verkfalli, tí tað hevði bara gingið út yvir næmingarnar, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í eini viðmerking til, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við Yrkisfelag studenta & HF lærara.
Sáttmálin varð undirskrivaður umáttatíðina gjáramorgunin, eftir at partarnir høvdu samráðst í næstan 12 tímar.
Hvussu ert tú nøgdur við sáttmálan?
? Í høvuðsheitum eri eg væl nøgdur, sigur Karsten Hansen.
? Eg eri stak væl nøgdur við, at tað eydnaðist at halda lønarvøksturin innanfyri tey 6,5 prosentini, sum eru latin øðrum starvsfólki hjá tí almenna. Eg haldi eisini at tað hevði verið ógvuliga ómoralskt at givið Yrkisfelagnum eina so stóra lønarhækkan. Teirra limir eru í hvussu er ikki teir, sum fáa mest í lønarposan, og tí hevði verið skeivt, um lønin hjá teimum hækkaði meir enn tað hon ger, sigur Karsten Hansen.
Men tit máttu víkja frá kravinum um sjálvir at kunna áseta floksstøddina!
? Ja, tað vóru vit noydd til, og eg haldi eisini at tað hevði verið púra burturvið, um vit koyrdu samfelagið út í eitt verkfall við tí sum grundgeving, at vit partú skuldu hava tað kravið ígjøgnum. Men orðingin sigur ikki, at teir kunnu nokta okkum at fara uppum 24. Reglan sigur, at Yrkisfelagið skal hoyrast áðrenn avgerðin verður tikin.
Karsten Hansen vísir á, at tað ikki er altíð, at markið um 24 næmingar er í lagi.
Hann sigur at nøkur fak eru vælegnað til fyrilestrar og tá er burturvið at hava eitt hámark sum eitur 24 næmingar.
? Hinvegin eru so eisini fak, har 24 næmingar eru í meira lagi, og tí haldi eg at vit eiga at fáa hasa regluna burtur, sigur Karsten Hansen.
Bókasøvnini
mugu broytast
Eitt sum tó ikki eydnaðist at fáa við ínýggja sáttmálan var ein broyting av bókasavnsskipanini á teimum fýra skúlunum.
Fíggjarmálastýrið heldur, at tað er skeivt, at lærararnir skulu halda stýr á bókasøvnunum og so fáa niðurskurð í undirísingartímatalinum, tí tað er ov dýrt.
Hóast tað ikki eydnaðist at fáa hetta broytt, so er Karsten Hansen glaður fyri at tað eydnaðist at fáa sett eina nevnd sum skal endurskoða skipanina.
? Vit fingu lækkað niðurskurðin eitt sindur og tað er í lagið, tí fyrr hevur Yrkisfelagið ikki vilja tosað um broytingar yvirhøvur. Harumframt fer ein nevnd nú at hyggja at skipanini sum heild, og tað var so tað vit kundu semjast um í hesum føri, sigur Karsten Hansen, at enda