- Vit vænta seinkingar bæði við komum og fráferðum, sigur Carita Storm Røsaasen i Avinor

Illgrunasamur lutur funnin í Trondheim Lufthavn

- Fólk eru flutt burtur úr terminalinum, til málið er kannað, sigur norska løgreglan

- Vit vænta seinkingar bæði við komum og fráferðum, sigur Carita Storm Røsaasen i Avinor

- Starvsfólk á Værnes-flogvøllinum í Noregi hava funnið ein illgrunasaman lut í viðførinum á flogvøllinum.

 

Tað skrivar norska løgreglan, sum er á staðnum og ger kanningar.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Einar Røstum, sigur, at fólk í tí eina terminalinum eru flutt burtur, meðan málið verður kannað.

 

Avinor sigur, at tað verða seinkingar í flogferðsluni út á seinnapartin, tí flogfør mugu bíða, og fólk eru flutt burtur. 

 

- Vit vænta seinkingar bæði við komum og fráferðum, sigur Carita Storm Røsaasen i Avinor.

 

Millum norsku miðlarnar, sum bera hesi tíðindi tíðliga seinnapartin í dag, eru eitt nú tv2.no og norska kringvarpið, NRK.

 

Dagføring:

 

Tað seinasta nýggja er, at norska løgreglan nú hevur kannað viðførið, sum illgruni var um.

 

- Kanningin vísir, at einki spreingievni er í viðførinum, veit norska løgreglan at siga.

 

- Vit vænta seinkingar bæði við komum og fráferðum, sigur Carita Storm Røsaasen i Avinor