Í dag byrjaði árliga súkklukappingin, etapu kappingin Leif Mohr Kring Føroyar. Hetta er 29. árið at skipað verður fyri hesari kapping. Kappingin heldur fram til sunnudagin komandi, tá "finalan" verður súkklað í Havn.
Kappast bleiv í Vágunum ídag. Teinurin, ið bleiv súkklaður var millum FK í Miðvági og Flogvøllin. Flatari teinur, og betur teinur til Einkultstart, finnist næstan ikki í Føroyum.
Súkklarar skuldu í dag koyra hendan tein tvær ferð, íalt 20 kilometrar.
Undan kappingini var Pauli Poulsen favorittur. Tað bleiv til ein tryggan sigur, og vann hann við smáum tveimum minuttum á nummar tvey, sum í dag gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Tættari var millum silvurið og bronsuna. Andrass Joensen gjørdist nummar trý, og munurin millum Bergtór og Andrass var ein góður hálvur minuttur.
Í dag í Vágunum, í morgin í Norðoyggjum. Kappingin í morgin byrjar klokkan 18, og í morgin verður súkklað úr Klaksvík, til Viðareiði, til Árnafjarðar, til byrgingina til Haraldsund, og so á mál við Effostøðina í Klaksvík.
Ongin kvinna var við í dag, men tveir unglingar vóru til dystin fúsir. Jónatan Gregersen og Benjamin Crooks. Jónatan vann og Benjamin gjørdist næstur. Munurin var góðar fýra minuttir.
Úrslit, menn, opin bólkur, 1. etapa:
1. Pauli Poulsen, 27 min og 41 sek. Miðalferðin var sostatt 44 km/t.
2. Bergtór Tórsteinsson, 00:29:36
3. Andrass Joensen, 00:30:04
Úrslit, Unglingar, 1. etapa:
1. Jónatan Gregersen, 00:37:26
2. Benjamin Crooks, 00:41:23
Endaligu tíðirnar vóru ikki klárar tá ”blaðið fór til prentingar”, men øll úrslit síggjast, allarhelst í morgin, á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, sst.fo.
Myndir síggjast á jn.fo











