Illgruni um revsivert brot í máli um 15 ára gamla gentu

Danska løgreglan hevur illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at ein 15 ára gomul genta hvarv úr heimi sínum í Hedensted og seinni varð funnin á lívi í Ungarn.

Ein 15 ára gomul donsk genta, sum hvarv úr Hedensted fyrr í vikuni, varð hósdagin funnin á lívi í Ungarn. Nú upplýsir løgreglan, at hon hevur illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við málið. (Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir Sydøstjyllands Politi í einum tíðindaskrivi.

 

– Vit hava illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv. Eg kann ikki siga meira um umstøðurnar ella smálutirnar av atliti til kanningina, men eg kann vátta, at vit hava onkran mistonktan í málinum, sigur varapolitiinspektørurin Christian Skyt.

 

Løgreglan upplýsir ikki, hvat tað ítøkiliga er, sum fólk eru undir illgruna fyri, og heldur ikki, um nakar er skuldsettur.

 

Gentan fór úr heiminum í Hedensted týsdagin. Mikudagin varð hon eftirlýst bæði í Danmark og uttanlands, og hósdagin boðaði løgreglan frá, at hon var funnin á lívi í Ungarn.

 

Fríggjadagin upplýsir løgreglan, at gentan er í varðveitslu hjá ungarskum myndugleikum, meðan arbeitt verður saman við familjuni fyri at fáa hana aftur til Danmarkar skjótast gjørligt.

 

Sydøstjyllands Politi sigur, at málið hevur havt sera høga raðfesting, og takkar bæði Europol og ungarsku løgregluni fyri skjótt og tætt samstarv.

 

Av atliti til kanningina og gentuna og familju hennara vil løgreglan ikki geva fleiri upplýsingar um málið í løtuni.

 

Ein 15 ára gomul donsk genta, sum hvarv úr Hedensted fyrr í vikuni, varð hósdagin funnin á lívi í Ungarn. Nú upplýsir løgreglan, at hon hevur illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við málið. (Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)