IN MEMORIAM

Nicodemus Rasmussen andaðist á Tjarnargarði mánadagin 17. januar 92 ára gamal. Hann var ættaður av Strondum, og sum blaðungur fór hann til Havnar og fekk starv á skrivstovuni hjá Skipafelagnum Føroyar.
Í Havn læt upp ein nýggjur danskur almennur stovnur 1. apríl 1939, sum fekk heitið Færøernes
Oppebørselskontor, og har fekk Rasmussen fast starv 1.mars 1940. Tá starvaðust fylgjandi fólk á Uppibørselskontórinum ella Gjaldstovuni, sum stovnurin vanliga varð kallaðu millum fólk: Niels Mortensen, skrivstovustjóri, Sigfried Skaale, høvuðsbókhaldari, Hans Pauli Hansen, kassameistari, Joen Heini Hansen, bókhaldari, Elisa M. Haraldsen, skrivstovukvinna og Joen Peter Johansen, skrivstovumaður.
Rasmussen varð støðufastur á Færøernes Oppebørselskontor, sum gjørdist landsstovnur 1.apríl 1948
við lógfestum navni Føroya Gjaldstova. Har var hann skrivstovumaður í 8 ár, høvuðsbókhaldari Í 8 ár, fulltrúi í 5 ár og skrivstovustjóri í 27 ár. Hann var riddari av Dannebrog.
Hann, ið hetta skrivar, hevði tað lukku og gleði at starvast saman við Rasmussen í 31 ár. Hann var ein sera siðiligur, dámligur og skilagóður embætisbróðir. Altíð góður í ráðum. Hansara arbeiðssemi var stórt og góða minni hansar ótrúligt.
Tað er honum nógv fyri at takka, at Føroya Gjaldstova gjørdist ein virðiligur og vælvirkandi almennur stovnur, sum umsat landskassan, ríkiskassan, skatt, toll og onnur almenn gjøld v.m.
Allar málsviðgerðir lógu trygt og professionelt í hansara hondum. Hansara loyalitetur mótvegis teimum politisku myndugleikunum í Tinganesi var ósvikaligur.
Avvarðandi hava mist ein góðan pápa, abba og langabba.
--------------
Heri Mohr