Ingi Poulsen hevur seinastu fáu árini tikið allar Føroyar á bóli við sínum væl svingandi og fangandi landaplágum.
Men absolutt mest spældi sangurin hjá honum er uttan iva “Kostbar”, sum hann gav út í fjørsummar. Og nú er hesin sangurin kosin sum ársins sangur við einari FMA-virðisløn í popp/rokk-bólkinum.
– Hetta var ordiliga stuttligt. Tað hevur øgiliga nógv at siga, og tað gevur blóð upp á tonnina til at blíva við at gera tónleik, segði hann, tá hann tók ímóti virðislønini.
Í gjár vann sami sangur heiðurin sum Ársins útvarpshitt hjá Kringvarpinum, og hetta bleiv avgjørt aftaná stóra atvkøðugreiðslu, har til bar hjá øllum at greiða atkvøðu.
Lagið “Kostbar" snýr seg um kensluna, tá ein genta letur sum um, at hon ikki er áhugað, sjálvt um hon kanska er áhugað kortini. Tað hevur gingið skjótt hjá Inga Poulsen, síðan hesin sangurin kom út, og sama lagið er eisini tilnevnt at blíva ársins sangur til FMA, sum verður í morgin.
Ingi Poulsen fekk eisini Áhoyraravirðislønina.
– Hetta var fantastiskt. Takk til Hans Poulsen, Danny Baldursson og øll onnur, sum hava stuðlað mær, familju og vinir. Takk til øll sum hava lurtað, segði hann.
Ingi Poulsen arbeiðir í løtuni við at geva eina fløgu út við 10 sangum, sum eftir ætlan skal koma út seinni í ár.
##med2##