Føroyskar PKU-dátur á føroyskar hendur

Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum eru dátur frá kanningum av hælblóðroyndum hjá nýføðingum, sum eru føddir í Føroyum frá 2009 og fram, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut (SSI) til Heilsustýrið í Føroyum.

Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við.

 

Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum, fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga. Mannagongdin í kanningini er, at ein blóðroynd verður tikin úr hælinum á barninum stutt eftir føðing. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort, sum verður sent til SSI í Danmark, har kanningarnar fara fram.

 

PKU-kortini hjá føroyskum nýføðingum verða framhaldandi send til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum nýføðingum í danska ríkinum. Blóðroyndirnar og dáturnar eru tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verður tilfarið sent Heilsustýrinum. Avrit av kanningarúrslitunum verða tó framvegis tøk hjá SSI.

 

Føroyskar dátur í Føroyum

 

- Tað er ein stórur fyrimunur hjá okkum, at vit nú sjálvi hava bæði PKU-kortini og tilhoyrandi dáturnar í okkara varðveitslu. Tað gevur okkum betri yvirlit og lættari atkomu, at vit hava alt tilfarið frá føroyingum savnað, og at vit sjálvi umsita nýtsluna av hesum virðismikla tilfarinum, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

 

Orsøkin til, at tilfarið verður varðveitt, eftir at kanningarnar eru lidnar, er, at tað kann brúkast til ymisk endamál:

 

  • Fyri barnið og familjuna: Royndirnar kunnu brúkast til ískoytiskanningar í sambandi við sjúkuviðgerð.
  • Góðskutrygging: Royndirnar kunnu brúkast til at góðskutryggja kanningina og til at menna nýggjar kanningarhættir.
  • Gransking: Tilfarið kann verða brúkt til gransking við samtykki frá hvørjum einstøkum luttakara, og um serstøk PKU-nevnd loyvir tí.

 

Alt tilfarið verður goymt undir tryggum umstøðum hjá Heilsustýrinum.

 

Dátur frá 2009 og seinni

 

Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina, ið við árunum er víðkað til at fevna um alt fleiri sjúkur. Tær dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, fevna tó bert um dátur hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009 ella seinni.

 

Hesar dáturnar verða mettar at vera meira fullfíggjaðar og samanberiligar enn eldru dáturnar, sum tí ikki eru avhendaðar Heilsustýrinum at umsita. Dátur eldri enn 2009 eru í varðveitslu hjá Statens Serum Institut.

 

Til ber at lesa meira um PKU-kort á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum.