Støðan hjá Haraldi kongi er nú sera álvarslig

Heilsustøðan hjá 89 ára gamla Haraldi kongi í Noregi er versnað munandi. Norska kongshúsið sigur nú, at støðan er sera álvarslig, og kongsfamiljan er savnað á Rikshospitalet í Oslo.

Mynd: Fredrik Varfjell/AFP/Ritzau Scanpix

Norska kongshúsið kom í morgun við nýggjari og álvarsamari fráboðan um heilsustøðuna hjá Haraldi kongi.

 

– Heilsustøðan hjá Hansara Hátign Konginum er sera álvarslig, sigur kongshúsið í stuttu fráboðanini.

 

Haraldur kongur hevur verið innlagdur á Rikshospitalet í Oslo síðani 17. august. Sunnudagin varð upplýst, at støðan var versnað um vikuskiftið, og at kongurin fekk antibiotika fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum.

 

Mánadagin var støðan framvegis lýst sum støðug, men nú, hósmorgunin 27. august, er støðan sostatt versnað og verður lýst sum sera álvarslig.

 

Kongafamiljan komin á sjúkrahúsið

 

Fleiri av teimum nærmastu í norsku kongafamiljuni eru komin á Rikshospitalet.

 

Millum teirra eru Sonja drotning, Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa. Eisini børnini hjá krúnprinshjúnunum, Ingrid Alexandra prinsessa og Sverre Magnus prinsur, eru komin á sjúkrahúsið.

 

94 ára gamla Astrid prinsessa, stórasystir Haraldi kong, er eisini komin á Rikshospitalet. Sambært norskum miðlum er Marius Borg Høiby, sonur Mette-Marit, eisini komin hagar.

 

Støre avlýsir ferð til Týsklands

 

Álvarsama støðan hjá konginum hevur eisini fingið avleiðingar fyri politisku leiðsluna í Noregi.

 

Jonas Gahr Støre forsætisráðharri hevur avlýst eina ætlaða ferð til Týsklands í dag. Hann skuldi millum annað hitta týska samveldiskanslaran Friedrich Merz.

 

Stórtingsformaðurin Masud Gharahkhani hevur somuleiðis avbrotið eina ferð í Íslandi og fer heim til Noregs, og uttanríkis- og verjunevndin hjá Stórtinginum avbrýtur eina ferð í Suðurkorea.

 

Norskir biskupar, sum eru staddir í Róm, hava eisini avlýst restina av skránni og fara heim sum skjótast.

 

Fólk eru samstundis farin at leggja blómur á Slottsplassen framman fyri kongsslottið í Oslo.

 

Haakon krúnprinsur er ríkisstjóri

 

Meðan Haraldur kongur er sjúkur, røkir Haakon krúnprinsur uppgávurnar sum ríkisstjóri. Sambært norska kongshúsinum tekur krúnprinsurin við sum ríkisstjóri, tá kongurin vegna sjúku ikki kann røkja kongliga embætið.

 

Haraldur kongur varð 89 ár 21. februar. Hann hevur verið kongur í Noregi síðani 17. januar 1991, tá pápi hansara, Olavur V kongur, doyði.

 

 

 

Myndatekstur: Heilsustøðan hjá 89 ára gamla Haraldi kongi er nú sera álvarslig. Kongafamiljan er savnað á Rikshospitalet í Oslo. Mynd: NTB/Ritzau Scanpix

 

 

 

Mynd: Fredrik Varfjell/AFP/Ritzau Scanpix