- Nógvur ungur makrelur var at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin

Lítil øking í makrelvísitalinum

Norðhavssildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum, og vísitalið er 28 prosent hægri enn í fjør. Sildaárgangirnir fyri 2021-2022 síggja góðir út

 

- Nógvur ungur makrelur var at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin

Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk.

 

Um makrelin verður sagt, at vísitalið í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt.

 

- Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum. Haraftrat var nógvur ungur makrelur at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin.

 

Um norðhavssildina verður sagt, at hon stóð norðarlaga í kanningarøkinum, og vísitslið fyri norðhavssild er 28 prosent hægri enn í fjør. 

 

- Árgangirnir fyri 2021-2022 síggja góðir út, og í tali var 4-5 ára gomul sild 52 prosent av stovninum.

 

Svartkjaftur var at síggja mest sum allastaðni í kanningarøkinum, og vísitalið fyri svartkjaft er eisini hækkað 14 prosent sammett við í fjør.

 

- Serliga var nógv av ársgomlum svartkjafti, og í tali vóru hesir 41 prosent av samlaða stovninum.

 

Á Havstovuni verður víst á, at vatnskorpuhitin í kanningarøkinum var yvir miðal allastaðni uttan á norska landgrunninum, har hann var undir miðal.

 

- Av djóraæti var mest at síggja í økinum millum Føroyar og Jan Mayen, og í miðal líkjast nøgdirnar undanfarnum árum.

 

Á Havstovuni vísa tey á, at úrslitini frá makrekanningunum í hesum døgum verða brúkt til at gera stovnsmeting av makreli.

 

- Stovnsmeting, veiðitilmæli og endalig frágreiðing frá kanningunum í juli, verða kunngjørd 30. september, men fyribils frágreiðing kann lesast um heimasíðuna - www.hav.fo

 

Á heimasíðuni hjá Havstovuni síggjast eisini fleiri talvur, sum neyvari lýsa nøkur av úrslitunum í felagskanningunum hjá Føroyum, Danmark, Íslandi og Noregi,

 

 

 

 

 

- Nógvur ungur makrelur var at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin