Innsløgini eru sterkari og styttri

- Fysiska samanleggingin av stovninum er størsta frambrotið í nýggjari tíð, heldur Finnur Koba.

Hvussu leingi hevur tú arbeitt í Útvarpinum, og hvat dámar tær hetta arbeiði?

 

- Eg havi verið í føstum starvi í umleið fimm ár. Áðrenn tað var eg leyst knýttur at stovninum í fýra ár, meðan eg nam mær útbúgving í Århus. Mær dámar hetta arbeiðið sera væl. Tað er krevjandi, avbjóðandi og stuttligt, og eg kenni, at eg sleppi at royna míni journalistisku evni og kreativu evni samstundis.

 

Tað sigur Finnur Koba, nú Útvarpið í dag hevur seksti ár á baki. Hann vísir á, at hann hevur onga høvuðsuppgávu á stovninum sum so. Heldur er tað soleiðis, at hann og nøkur onnur skifta ímillum allastaðni, sum hann tekur til.

 

- Eg kann gera morgunsending ein dag, vera reportari í útvarpstíðindunum ein annan dag, vera redaktørur á Degi & Viku ein triðja dag, vera tíðindavertur ein fjórða dag - og gera Koba & Vatnhamar ein fimta dag. Og so er alt tað leysa; ólavsøkufrásagnir, nýggjárssendingar osv.

 

Finnur Koba sigur, at hann er sera fegin um at sleppa at skifta ímillum, tí redaktiónirnar og leiklutirnir annars eru sera ymisk.

 

Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?

 

- Størsta broytingin hesi árini man vera, at vit øll nú eru savnað í Sortudýki. Áðrenn tað húsaðust útvarp og sjónvarp í hvør sínum enda av býnum. Fysiska samanleggingin er størsta frambrotið á stovninum í nýggjari tíð.

 

Finnur Koba vísir á, at tøkniliga menningin hesi skjótt 10 árini hevur eisini broytt arbeiðsgongdina munandi, og digitaliseringin av ljóði og myndum ger, at journalisturin í nógv størri mun klippir sjálvur.

 

- Tað er lættari og skjótari at klippa, og tað bæði hoyrist og sæst aftur í góðskuni. Innsløgini eru munandi sterkari og styttri, meti eg. Ein onnur stórhending í nýggjari tíð var, tá stovnurin tók tey ungu úr Røddini undir sínar veingir. Harvið fingu vit frískari profil, meðan ungu journalistisku talentini fingu ein góðan pall at royna seg á.

 

Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Útvarpinum?

 

- Eg vil treyðugt klóka meg upp á, hvat leiðslan átti at gjørt øðrvísi. Men, eg havi ein dreym um, at morgunflatan verður styrkt. Tað hevði komið væl við at havt sterkari morgunpressu, sum veruliga setti dagsskránna, tá fólk koyrdu til arbeiðis.

 

Finnur Koba heldur, at tað kundi verið stuttligt at byrja at senda morgunútvarp longu klokkan seks, eins og tey gera í flestu øðrum londum. Tankin um at gera náttarútvarp til mongu náttarravnarnar tiltalar hann eisini.

 

Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?

 

- Eg havi onga yndissending sum so. Mær dámar at lurta eftir øllum slagi av útvarpi, so leingi verturin hevur okkurt upp á hjartað og gjarna eitt sindur av kanti. Børnini í Mórugøtu dámdi mær stak væl. Plátubarrin er góð. Eisini Røddin Live og Surk eru nakað fyri meg. Mær dámdi væl Surk, men tá hon varð jarðað, havi eg tikið til takkar við Vikuskiftissendingini - gjarna uttan Trónd Vatnhamar, sigur Finnur Koba brosandi.