Sambært AFP hevur Iran svarað USA upp á seinasta uppskotið um eina avtalu, sum skal fáa ein enda á krígnum í Miðeystri.
Tað siga tey í iranska uttanríkisráðnum.
Eitt talsfólk fyri uttanríkisráðið sigur, at teirra fokus er at fáa ein enda á krígnum, og hetta sigur viðkomandi sambært almennum iranskum miðlum.
Og her er tað tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Pakistan, ið virkar sum meklari millum Iran og USA, hevur latið eitt dagført mótuppskot frá Iran til USA.
Sambært pakistanskum keldum, sum Reuters hevur skift orð við, fekk USA dagførda uppskotið hjá Iran sunnukvøldið.
Í Iran siga tey, at ein tilgongd er í gongd, sum ætlandi skal enda við, at samrøður verða við USA - gjøgnum meklarar í Pakistan.
Í USA sigur amerikanki forsetin, at "Iran doyr eftir at sleppa at undirskriva eina avtalu... ", og tað er Reuters, sum endurgevur.










