Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hava iransku myndugleikarnir tikið 21 fólk av døgum og fleiri enn 4000 eru fongslað.
Tað veit mannarættindaskrivstovan hjá ST at siga.
Í minsta lagi níggju fólk eru tikin av døgum fyri at hava luttikið í mótmælistiltøkum í Iran, og tíggju eru fyribeind, tí tey sambært iransku myndugleikunum høvdu tilknýti til andstøðubólkar í landinum.
- Haraftrat eru tveir deyðadómar framdir fyri njósning, sigur mannarættindaskrivstovan hjá ST.
Sagt verður, at fleiri enn 4000 fólk eru handtikin, tí tey sambært iransku myndugleikunum vóru ein hóttan móti landsins trygd.
Fleiri av teimum handtiknu eru hótt, og fleiri hava verið fyri sálarligum ágangi og píning, tá tey handtiknu væntaðu, at alternativið til at játta seg sek var deyðadómur.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi frá mannarættindaskrivstovuni hjá ST í kvøld.











