- Við áliti á hin almáttuga Guð fer hetta kríggið at halda fram til teir gerast eyðmýktir, gjørdir til skammar, angra og yvirgeva seg.
Soleiðis verður sagt í einari útsøgn hjá iransku verjuni, og útsagnirnar eru endurgivnar í almennum iranskum sjónvarpi.
- Verið fyrireikað upp á okkara enn meira knúsandi, meira umfatandi og oyðileggjandi atgerðir, verður lagt aftrat úr Iran.
Tað var í gjár og eisini í røðu síni í nátt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti við at bumba Iran aftur í steinøldina.
- Har landið hoyrir heima, legði forsetin aftrat.
Í gjár vendi iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sær til amerikanska fólkið í einari almennari fráboðan.
Her legði forsetin dent á, at Iran einki hevur ímóti vanligum amerikanarum, sum hann málbar seg í fráboðanini.
Lesið eisini: Trump vil bumba Iran aftur í steinøldina
https://www.in.fo/news-detail/donald-trump-vil-bumba-iran-aftur-i-steinoeldina











