Sambært almennum iranskum miðlum er iranska samráðingarnevndin, sum hevur samráðst í Sveis, nú á veg aftur til Tehran.
Sagt verður, at hetta hava verið intensar samráðingar, sum hava vart í 18 tímar.
Lagt verður aftrat, at mánadagin byrja tær teknisku samráðingarar í Bürgenstock í Sveis, og tá fara partarnir at viðgera, hvussu avtalan millum USA og Iran skal skrúvast saman.
Eftir fyrstu samráðingarnar, sum nú hava verið, eru USA og Iran samd um eina æltan, sum næstu tveir mánaðirnar skal føra til eina endaliga avtalu um frið í Miðeystri.
Uppi í avtaluni skal sambært uttanríkisráðharranum í Iran, Abbas Araghchi, eisini fyriliggja ein ætlan um, hvussu spenta støðan í Libanon kann loysast.











