Iranska fótbóltssambandið upplýsir sambært Reuters, at Torabi upprunaliga bert hevði loyvi at koma til USA til fyrsta bólkadystin, sum endaði 2-2 móti Nýsælandi.
Eftir samskifti millum iranska fótbóltssambandið og FIFA hevur 30 ára gamli spælarin nú fingið eitt fleirinnferðarvisum.
Iran hevur venjingarlegu í Meksiko, men skal spæla allar tríggjar bólkadystirnar í USA. Sambært iranska fótbóltssambandinum hevur diplomatiska støðan millum USA og Iran gjørt tað trupult at fáa visum til spælarar og starvsfólk undan HM.











