Ísland mennist skjótt innan laksaaling

- Ísland hevur roynt, men tvær ferðir áður hevur tað miseydnast. Hesaferð sær tað út til at fara at eydnast, skrivar iLaks.

 

 

Sambært iLaks, sum hevur greinastubba um íslendsku alivinnuna, verður sagt, at Ísland í ár fer at ala stívliga 40.000 tons av laksi, og miðjað verður eftir einum vøkstri á 25 prosent í 2022.

 

- Ísland hevur roynt, men tvær ferðir áður hevur tað miseydnast við aling av laksi. Hesaferð sær tað út til at fara at eydnast, skrivar iLaks.

 

Lagt verður aftrat, at tað eru ikki nógv ár síðan, at Sagaøya aftur vildi royna eydnuna við aling av laksi. Men, eftir at hetta miseydnaðist bæði í 1980-unum og 1990-unum, hevur tað seinnu árini verið góð gongd í íslendskari laksaaling.

 

Alingin hevur verið umstrídd og nógv umrødd í Íslandi, har fiskivinna og ferðavinna fylla rættiliga nógv. - Men, við góðari hjálp frá norskum íleggjarum, útgerð og aliførleikum er alingin í Íslandi nógv vaksin eftir fáum árum. Tríggjar av landsins alistøðum eru nú skrásettar á keypsskálanum í Oslo.

 

- Ísland er vaksið skjótt sum ein nýggjur laksaalari, og í ár verður nøgdin av laksi, sum verður tikin, stívliga 40.000 tons, sigur stýrisformaðurin í Icelandic Salmon, Kjartan Olafsson og leggur aftrat,  at nøgdin av laksi helst verður eini 25 prosent størri í 2022.

 

iLaks vísir á, at Føroyar fara at taka 94.000 tons av laksi í 2021, men við tí vøkstri, sum er í Íslandi í løtuni, kann nøgdin av aldum íslendskum laksi skjótt nærkast tí, sum Føroyar ala.