Verandi íslandsmeistararnir, Valur sum hevur Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi á liðnum vann á føroyameistarunum, H71 í seinasta dystinum í Wenzel Nordic Cup í høllini við Tjarnir.
Dysturin endaði við 31-27 sigri til Val. Í steðginum var Valur á odda 16-14.
Bjarni skoraði átta mál, og var saman við Gunnari Róbertssyni deildur toppskjútti hjá Vali. Allan skoraði fimm mál.
Helgi H. Hoydal var við átta málum toppskjútti hjá H71. Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm mál, og Niklas H. Hanusarson skoraði fýra mál.
THW Kiel hevur fýra stig fyri tveir dystir, meðan GOG hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Valur hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. H71 hevur einki stig fyri tveir dystir.
So er spurningurin um hendan forkunnuga kappingin aftur verður á skrá komandi ár? Livst so spyrst.











