Jákupi Hermansen til minnis

Umleið tjúgu favnar niðan frá bakkanum oman fyri Leynará, har hon fer í hin máttmikla fossin, ið fellur niður í Leynarósa, stendur húsið ið kalla verður á Fossinum. Hetta hús er barnaheimið hjá brøðrunum, Jákupi og Jógvan á Fossinum. Á hesum vakra staði og leiðum aldust teir upp til manns sum góðir brøður og felagar, og har hava teir havt sín bústað og liva saman við mammuni, Mariu á Fossinum, sum nú er 91 ára gomul, til týsdagin hin 16. september tá ein høpisleys vannlukka kom at kosta Jákup á Fossinum lívið.
Ikki er tað fáar ferðir at henda søkn hevur staðið lamsligin av slíkum meiningsleysum feigdarboðum, í hesum føri var talan um ein hin best kenda mann her um leiðir, sum vegna sítt starv hjá kommununi var at síggja og staddur har tað almenna hevði sínar ymisku uppgávir at takast við, og tað var rímiligt nakað ið røkk so víða, sum fólk búði innan Kvívíkar kommunu.
Tað búði magn og menska fyri aftan hansara friðsomu og sáttligu medferð, og komst tú á tal við hann, vart tú varður við at tú stóð yvir fyri einum manni ið ongan háva gjørdi úr sær sjálvun, lítilátin og hóvligur í allari sínari meðferð, men aftan fyri tolna og seigliga lyndi sást tú inn í eini góðlynt og blíð eygu, sum boðaðu frá einum hvørjum lívsjáttandi hugsunarhátti ið bar brá av tí skemtingarsama í lívinum, og tað var ikki lítið av hugnaligum og stuttligum lokalum søgum, sum hann kundi draga upp úr sínum breiða brøsti, tá annars umstøðurnar vóru til tað, men missfata eingin hettar; tí fyri aftan alt hetta kendi hann markið millum skemt og álvara, Jákup var nevnliga ein skjótt fatandi og gløggur hugsari, sum fangaði tað tú ætlaði at siga, áðrenn søgan var hálvsøgd.
Eg hugsi vit eiga fáar av hansara "kaliber", man tað ikki vera so; at vit áttu bert ein Jákup á Fossinum, og hann høvdu Leynarbygd og okkara fámenta søkn ikki ráð at missa.
Tá eg minnist aftur á brøðurnar báðar, sum oftast vóru nær hvørjum øðrum í arbeiði ella øðrum viðurskiftum, var tað ikki sørt hetjukent yvir tí mynd, tú fangaði av teimun og teirra høvisku medferð.
Í rættuliga mong av sínum bestu árðum sigldu teir við norskum bátum, til teir nú tey fylgjandi mongu árini hava arbeitt uppi á landi.
Hvat teir í togan og tøkum hava lagt rygg og lendar til við tí ókendu megi teir áttu, er hettar ikki rætta stað at røða um, men hetta var teimun givið í vøggugávu, og hana gróvu teir ikki niður.
Tað hava sanniliga áður herja hvassir vindar á húsini á Fossinum. Triðja páskamorgun í 1953 fóru fýra manns til útróðrar úr hesum húsi, tá kvøldið kom var greitt, at eingin teirra kom at seta fótin aftur á land. Hesir vóru pápin, John, og bróðurin, Hildibjartur, fosturbróðurin, Jeffrie, og pápabeiggin Anthon, sostatt komu Jákup og Jógvan at verða faðirleysir bert 7 og 8 ára gamlir, tey vóru annars 6 systkin og elst av teimun var Hildibjartur, sum var 18 ára gamal og var við hendan feigdartúr.
Um deyðan vist eg sanni
hann líknar tykist mær,
tí reysta sløttumanni
sum heystardagin slær
alt lív á heimsins vegi
ber sama endamál.
Sum blóman best í megi
ið fall um nýhvest stál

Úr Ísl.

Skal nøkur meining finnast í tí meiningsleysa, so røkkur mannahugsan ikki til, og teir ósvaraðu gátuføru spurningarnir økjast og hópa seg upp, tess longur tú kemur fram eftir lívsins breyt.
Men eitt stað fyri framman klárar upp, og deyðans ístoka sum nú rekur við sínum kalda támi og hylir alt og øll, skal einaferð víkja fyri ljósinum av skýfríum himmni og Leynarbygd skal aftur liggja í varma av lívsins æviga sólarhita, sum júst er sjálvt lívið.
Hin stóra áin sum Jákup kendi lagið og sjóið frá, og óiva hevur hann frá barni av ligið og lurta eftir hennara skiftandi kvæði og løgum, stundum ógvusligt dun og dynjan tá hon við fullari fylling og mátti fór morreyð eftir bakkunum, og aðrar tíðir tá hon mjúk og smidlig kíndi hellir og klettar á sínum niðurbrýndu farleiðum bert eina leið oman, út av fossinum og niður í Leynarósa.
Nú hevur Jákup tikið leiðina eftir øðrum fossi - hann er farin um hann og lendur á hvítari sandstrond, har øll dynjan og dun eru tagna, hann er sessaður millum sítt undanfarna fólk, stigin inn um gáttina í teim ævigu bústøðun inn í várt rætta og sanna fedranna heim.

Eg farin eri langt til ferða
og fedrar mínar hitta skal
Har sál mín alla tíð skal verða
eg sigi verð og fold farvæl
Vár Drottur tak tú mína ond
og míni kæru verj tín hond

Uppi í Trøð 18. sept. 2003
Viggo Johannesen.