Nýggir tónar og aldargomul verk verða at hoyra í kirkjuni í Vestmanna í kvøld klokkan 17.00.
Tað er navnframi dirigenturin, Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar Tórshavnar Kamarkóri. Kamarkórið fer at framføra partar úr Jesu meine Freude eftir tónaskaldinum Johann Sebastian Bach, Áringar og æðrar, eftir Carl Jóhan Jensen, sum tónasmiðurin Leif Hansen hevur smíða lag til.
Harumframt framførir kórið m.a. eisini Ave verum corpus, eftir William Byrd og trý áhugaverd og løtt fronsk løg. Eisini verður eitt íslendskt jólalag at hoyra.
Ein fjøltáttað og áhugaverd skrá. Kórið hevði konsert í Gøtu kirkju hóskvøldið, har fagnaðurin var stórur. Eisini vitjar kórið við Matine í Tjørnuvíkar Kirkju í dag kl. 13.00, sigur Tórshavnar Kamarkór