Jólakonsertir við Tarira

»O Magnum Misterium« kallast konsert, sum kórið Tarira undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen, framførir í Christianskirkjuni og Hoyvíkar Kirkju fríggjadagin og leygardagin Verkið er eftir stóra renessansu-tónaskaldinum, William Byrd (1543-1623) og snýr seg um Jesu føðing. Byrd var katolikkur, meðan heimlandið var protestantiskt. Hóast henda støðan kravdi varni, megnaði hann alt lívið at standa seg væl við enska drottningavaldið, samstundis sum hann helt á við at skriva latínskan andaligan tónleik, sum ikki kundi framførast alment, men sum bert varð framførdur heima hjá fólki.

William Byrd verður av mongum mettur sum eitt tað besta enska tónaskaldið frá sein-renessansuni, sum fekk alstóran týdning fyri framtíðar tónleikin í Onglandi, Týsklandi, Hollandi og Belgia.

Byrd var annars næmingur hjá Thomas Tallis, sum kórið Tarira hevur havt á skránni á fleiri konsertum. Tarira hevur saman við kórleiðaranum, Sunleifi Rasmussen, havt eitt sera spennandi ár við nógvum framførslum og fløguupptøkum, sum verða at hoyra, tá fløgan kemur út í vár.

2007 var eisini árið, tá kórinum varð sýndur tann stóri heiður at verða tilnevnt til tónleikaheiðursløn norðurlandaráðsins, sum svenska kamarkórið hjá Eric Ericsson endaði við at vinna fram um 11 onnur norðurlendsk kór.

Tarira fer eisini at framføra verk eftir Johan Sebastian Bach og fleiri nýggjar útsetingar hjá Sunleifi Rasmussen av jólaløgum hjá Hans Jacobi Højgaard.

Konsertin í Klaksvík fríggjadagin byrjar klokkan 19.30, meðan konsertin í Hoyvík leygardagin byrjar klokkan 16.