Jólamann á fólkating

Edmund Joensen, fólk­a­tings­mað­­­ur, skýt­ur við skørp­um eft­­ir tíð­­ind­­­a­fólk­­um, sum nýta »týp­­iskt full­veld­is­sjón­arm­ið« í­móti honu­m – nú hann finst at fólk­­­u­­num í »Pol­­i­metri­num« í Kring­­­varp­i­num, har fólk frá Sos­­i­al­i­num, Dimm­a­lætt­ing og Kring­varpi­num meta um, hvussu poli­t­isk­u um­boð­ini klára seg í fram­løg­u­send­ing­u­num, sum eru í Kring­varpinum.

Har var í gjár tosað um av­rik­ini hjá Ed­mundi Joensen –?hetta at fáa pengar úr Dan­mark til Føroya.
Edmund Joesen sigur í les­ar­a­bræv­i í dag, at:

»Eirikur Lind­en­skov, Jo­han Mort­en­sen og Svein­ur Trónd­ar­son royna seg í hes­um døg­um sum pol­it­isk­ir smaks­dóm­ar­ar í Kring­varp­i­num í sam­bandi við Fólk­a­tings­valið.
Teir tríggir vóru í tíð­ind­a­send­ing í kvøld (týskvøld) samdir um, at Edmund Joensen er okk­urt slag av »jólamanni«, sum »sýg­ur« peng­ar úr donsk­um kass­um og dreg­ur teir heim til Før­oya at býta út.
Hetta er eitt typiskt sjálv­stýr­is- ella full­veld­is­sjón­ar­mið. Eg eri púra ó­samd­ur við hes­ar pol­it­isku smaks­dóma­rar.«

Edmund Joensen vís­ir á, at »hetta gera tey í øðr­um lond­um fyri at fast­halda ung í land­i­num. Enda­mál­ið er som­u­leið­is at fast­­halda og skapa nýggj vinn­u­lig ar­­beiðs­­pláss.
So­leið­is verð­ur ar­beitt aðra­staðni fyri at skapa fólka­vøkst­ur og bú­skap­ar­vøkst­ur, sum vit eis­ini hava so nógv brúk fyri í Før­oy­um. Hetta eiga vit eis­ini at gera.
Hetta ljóð­ar alt so skil­a­gott. Men er tað nú or­søkin til, at vit velja tvey um­boð í danska Fólka­ting­ið? Átti tað ikki at ver­ið eitt hægri pol­it­iskt end­a­mál, enn at ein breyð­pol­iti­k­ari kann seta mál fyri mál á sín av­riks­lista og brúka tað til at verða vald­ur aft­ur – sum væl­gødd­ur breyð­poli­t­ik­ari?
– Kanska vit skuldu limað okk­um inn í ES gjøgnum Dan­mark – og fing­ið sum Grøn­land fekk – eitt um­boð í ES-parl­a­ment­ið. Hvat kundu vit ikki drig­ið heim av jól­a­gáv­um hag­ani?
Men Edmund! Skjót bara all­ar journ­a­list­ar­nar – í øll­um før­um um teir eru full­veld­is­menn!