Tað fer nokk at laga seg, sigur hann Sum vit greiða frá aðrastaðni á Portalinumm var stór móttøka í Trongisvági fyri ítróttarfólkunum, nú tey komu aftur av Rhodos.
Men tað var ein, sum saknur var í og tað var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri megnar avrikið, nevniliga landsliðsvenjarin í svimjing.
Jón Bjarnason, fekk ikki verið til móttøkuna.
Sum vit fleiri ferðir hava hoyrt, vóru Moggjabitar ein støðug plága hjá føroyska ferðalagnum á Rhodos, og Jón var ein av teimum óhepnu, sum vóru serliga illa bitin. Bruni var eisini komin í okkurt av bitunum, og tí varð venjarin sendir á sjúkrahús, beint sum hann kom suður og har varð hann innlagdur.
? Tað var serliga tað eina sárið, sum sá eitt sindur ógvusligt út, og saman við nakað av stressi hevur hetta nokk órógva kroppin. Men við eitt sindur pensilin og hvíld annars, skuldi hetta nokk lagað seg, sigur Jón Bjarnason.