Jákup sendi Víking í hálvfinaluna

Hóast Uros Stojanov legði ÍF á odda, so vann Víkingur seg í hálvfinaluna við 3-2 sigri í Fløtugerði

Andreas Lava Olsen leggur í 31. minutti Víking á odda 2-1

Víkingur eigur góða siðvenju at røkka langt í kappingini. ÍF eigur ikki góða siðvenju í steypakappingini.

 

Í dag hittust grannarnir í góðveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði. Dagsskráin var, hvat av hesum báðum liðunum skal vera í pottinum, tá ið tað verður lutakast til hálvfinalurnar, sum eru settar at vera 18. august og 2. oktober.

 

ÍF minkaði um munin til 3-2, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin. Bogi Reinert royndi úr 11 metrum. Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi bjargaði, men dómarin bríkslaði fyri umsparki, og tá var Bogi Reinert Petersen púra tryggur úr brotssparksblettinum.

 

ÍF pressaði í roynd at javna, men víkingarnir vóru rutineraðir. Teir bundu fyri og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni.

 

Talan var um góða og sera undirhaldandi grannauppgerð, sum bar boð um, at hetta var steypadystur, og at annað liðið fór at vinna seg víðari í kappingini og hitt fór at verða varpað úr kappingini. Talan var um nógv álopsspæl, og tað vóru nógvir málmøguleikar. Víkingur átti fleiri møguleikar enn ÍF, sum eisini spældi seg til møguleikar.

 

Uros Stojanov hevur leingi verið skaðadarvaður. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF, og tá ið 10 minuttir vóru farnir, sendi hann við høvdinum bóltin umvegis stólpan og í málið eftir fínt innlegg úr vinstru frá Ólavi Niclasen.

 

Eitt lítið korter seinni var 1-1. Noah Mneney legði innfyri úr høgru, og Jákup Johansen, sum aftur í dag var sera eyðsýndur, sendi við nærra stólpa og við høvdinum bóltin umvegis stólpan og í málið.

 

Andreas Lava Olsen syrgdi fyri hálvleiksstøðuni 2-1. Tað var eftir stórt kiks í ÍF verjuni.

 

Og tíðliga í seinna hálvleiki var Jákup Johansen aftur upp á spæl, tá ið hann sneiddi inn úr høgru og smekkaði bóltin inn við nærra stólpa.

 

-Vit harmast um 3-2 tapið. Áskoðararnir bakkaðu okkum sera væl upp, og vit vístu góðan hugburð og arbeiddu nógv fyri søkini. Í vikuni hevur lagið verið gott undir venjing, eftir at vit vunnu ímóti EB/Streymi, og vit eru fullvísir í, at vit av álvara eru við at reisa okkum, hóast vit akkurát nú eru sera vónbrotnir yvir tapið, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin.

 

-Teir løgdu sera væl fyri, tá ið Uros vísti, at hann er torførur at hava fatur á. Eftir at teir høvdu lagt seg á odda, fingu vit fatur á spælinum. Vit løgdu meiri fyri í álopspartinum, og tað eydnaðist undan steðginum at skora tvey mál, sigur Jákup Johansen hjá Víkingi, sum skoraði tvey mál.

 

-Lava tók av, tá ið teir góvu honum ein møguleika. Undir steðginum tosaðu vit um at vera eitt vet meiri verjukendir og dúva upp á kontra, og tað eydnaðist, sigur Jákup Johansen, sum átti uppleggið sjálvur, tá ið hann sneiddi inn úr høgru og sendi bóltin millum beinini á mótstøðumanni og dygst inn við nærra stólpa.

 

-Tað var strevið í sólini, tá ið tað gekk skjótt fyri seg, men nú eru vit í hálvfinaluni, og tað hevur stóran týdning, sigur Jákup Johansen hjá Víkingi.

 

Saman við Víkingi hava NSÍ og B36 kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu. Síðsta fjórðingsfinalan verður annað mikukvøld á Sandi, tá ið B71 fær vitjan av HB.

 

https://in.fo/myndasavn

 

ÍF – Víkingur 2-3 (1-2)

 

Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið

 

1-0: Uros Stojanov 9.

 

1-1: Jákup Johansen 21.

 

1-2: Andreas Lava Olsen 31.

 

1-3: Jákup Johansen 50.

 

2-3: Bogi Reinert Petersen br 91.

 

Dómari: Alex Troleis

 

ÍF: Martin Danielsen – Elias J. Lervig, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Ólavur Niclasen – Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen – Hans Jákup Lervig (Sámal Joensen, 70.), Steinbjørn Olsen (Filip Djordjevic, 76.), Gundur E. Petersen (Ari Ó. Ellingsgaard, 76.) – Uros Stojanov

 

Gult kort: Jens Joensen, Gundur E. Petersen, Karl Løkin

 

Venjari: Ólavur Larsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Noah Mneney, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 58.) – Arnbjørn Svensson, Andreas Lava Olsen (Martin Klein Joensen, 86.)

 

Gult kort: Atli Gregersen, Olaf Bárðarson, Noah Mneney

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Andreas Lava Olsen leggur í 31. minutti Víking á odda 2-1